Annað

Hvør verður føroyameistari?

Favorittarnir eru Høgni Egilstoft Nielsen og Luitjen Akselsson Apol.

Her dystast favorittarnir í FM-kappingini í ár um meistaraheitið í fjør. Vinstrumegin Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag, sum nú er vorðin altjóða meistari, og høgrumegin Luitjen Akselsson Apol úr Havnar Telvingarfelag, sum gjørdist føroyameistari í fjør eftir umdyst móti Rógva og Høgna Egilstoft Nielsen.

Her dystast favorittarnir í FM-kappingini í ár um meistaraheitið í fjør. Vinstrumegin Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag, sum nú er vorðin altjóða meistari, og høgrumegin Luitjen Akselsson Apol úr Havnar Telvingarfelag, sum gjørdist føroyameistari í fjør eftir umdyst móti Rógva og Høgna Egilstoft Nielsen.

2025-04-12 15:00 Author image
Innsent
placeholder

Klokkan tvey í dag vórðu fyrstu leikirnir fluttir í FM-kappingini í talvi 2025.

Favorittarnir eru Høgni Egilstoft Nielsen og Luitjen Akselsson Apol. Ilt er at ímynda sær nakran annan í meistarabólkinum, sum kann standa hesum báðum kurl.

Í alt 56 telvarar eru við í FM-stevnuni á Skúlatrøð í Klaksvík. Til ber at fylgja við á netinum leik fyri leik á øllum borðum. Telvað verður í sjey dagar til langa fríggjadag, tá kappingin endar.


FM í talvi í Klaksvík

Árliga FM-einstaklingakappingin í talvi 2025 byrjar í dag.

Klaksvíkar Talvfelag skipar fyri kappingini saman við Talvsambandi Føroya. Telvað verður í Skúlatrøð. Umførini í døgunum frá 12. apríl til 18. apríl eru sjey í alt. Byrjað verður allar dagarnar klokkan 14.00.

Kappast verður í fýra bólkum. Átta av teimum við hægsta styrkitalinum kappast í sonevnda Landsliðsbólkinum um sjálvt FM-heitið. Í 1. bólki eru telvararnir eisini átta í tali. Í almenna bólkinum eru telvararnir tólv og í unglingabólkinum eru teir sekstan í alt. Í honum skulu telvarar ikki hava fylt tjúgu ár. Haraftrat er ein veteranbólkur fyri telvarar yvir 50 ár, men teir telva bara seinastu tveir dagarnar.

Umhugsanartíðin er 90 minuttir til fyrstu 40 leikirnar. Síðani verða 15 minuttir lagdir afturat klokkuni. Frá fyrsta leiki verða 30 sekund løgd afturat fyri hvønn fluttan leik.

Í Landsliðsbólkinum eru hesir átta, sum fara at telva um føroyameistaraheitið:

FM-bólkurin 2025
IM Høgni Egilstoft Nielsen, ST 2381
FM Luitjen Akselsson Apol, HT 2326
FM Hans Kristian Simonsen, KT 2139
Elias Petersen, HT 2043
Haldur S. Johansen, KTF 2029
Heðin Gregersen, KTF 2000
Wille Olsen, KTF 1965
Petur G. Magnussen, HT 1861


Nýtt og gott gamalt

FM-bólkurin er toluliga væl mannaður í ár. Her sæst eitt bland av nøkrum av okkara bestu, nøkrum av okkara ungu talentum, og nakrir vælsvingandi veteranar.

Saknur er tó í fleiri á okkara topp 15 yvirliti. Klaksvíkingar, sum hýsa stevnuni í ár, munnu sakna sín besta telvara, Ólav Simonsen. Ólavur telvar trúfastur á 1. liði hjá Klaksvíkar Talvfelag í liðkappingini, men hevur ikki verið við í FM-einstaklingakappingini síðani 2018.

Stórmeistarin Helgi Dam Ziska er vorðin alt meira rárur gestur til FM-einstaklingakappingarnar. Hann hevur bara luttikið eina ferð seinastu fimm árini. Síðan hann bleiv stórmeistari í 2016 hevur hann fýra ferðir verið við í FM á páskum - og vunnið hvøja ferð.

Útisetarnir eru sjáldan við. John Rødgaard, sum nú er fluttur til Danmarkar aftur, hevur ikki telvað um FM síðani 2017. Aðrir útisetar á okkara topp 15 lista, ið høvdu pyntað í landsliðsbólkinum, eru Jóan Hendrik Andreasen, Flóvin Tór Næs og Rógvi W. Rasmussen. Teir báðir fyrr nevndu, hava ikki telvað um FM síðani 2003, og Rógvi hevur ikki luttikið í FM síðani hann vann í 1996.

Hartil kann nevnast, at Rógvi Egilstoft, sum endaði í umdysti um FM-heitið í fjør, er í løtuni bústaddur uttanlands, og annar fleirfaldur FM-vinnari, Martin Poulsen, er siglingarmaður og tí ikki altíð tøkur, tá telvast skal.


Føroyameistarar síðan aldamótið
2000 Flóvin Tór Næs, HT
2001 John Rødgaard, VT
2002 Hans Kristian Simonsen, KT
2003 Martin Poulsen, HT
2004 Martin Poulsen, HT
2005 Carl Eli N. Samuelsen, VT
2006 Martin Poulsen, HT
2007 John Rødgaard, VT
2008 Helgi Dam Ziska, HT
2009 Martin Poulsen, HT
2010 Olaf Berg, ST
2011 Helgi Dam Ziska, HT
2012 Rógvi Egilstoft Nielsen, ST
2013 Olaf Berg, HT
2014 Høgni Egilstoft Nielsen, ST
2015 Rógvi Egilstoft Nielsen, ST
2016 Rógvi Egilstoft Nielsen, ST
2017 Helgi Dam Ziska, HT
2018 Helgi Dam Ziska, HT
2019 Helgi Dam Ziska, HT
2020 Høgni Egilstoft Nielsen, ST
2021 Høgni Egilstoft Nielsen, ST
2022 Høgni Egilstoft Nielsen, ST
2023 Helgi Dam Ziska, HT
2024 Luitjen Akselsson Apol, HT

Talvsamband Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder