Hondbóltur

Í dag bragdaði hjá B68 í Betrideildini

Dabo og Samba skoraðu málini hjá B68 í Fuglafirði, og nú er tætt ímillum nógv lið á stigatalvuni.

Boubacar Dabo skoraði síni fyrstu mál í kappingarárinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Boubacar Dabo skoraði síni fyrstu mál í kappingarárinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-05-01 00:19 Author image
Agnar Prestá
placeholder

B68 hevði undan dagsins dysti í Fuglafirði ongan dyst vunnið í Betrideildini í hesum kappingarárinum. Harvið var tað ein umráðandi uppgerð - serliga fyri liðið hjá Jákupi á Borg.

Longu í 8. minutti prikaði Mohammed Samba innlegg frá Ragnari Samuelsen í málið hjá ÍF. Heimaliðið royndi at svara aftur og hevði eisini fleiri góðar støður áðrenn steðgin men fekk ikki mál - ÍF vildi eisini hava brotsspark í eina førinum, tá Hans Jákup fór um koll.

B68 stongdi dystin í seinna hálvleiki, og var tað serliga Boubacar Dabo, ið var avgerandi. Kanturin úr Senegal skoraði til 2-0 og 3-0. Í fyrra førinum var tað eftir, at B68 vann bóltin á ÍF-hálvuni, og Jørgen Nielsen spældi væl yvirum. 3-0 málið var eftir gott spæl í høgru og flatt innlegg, har Dabo so heldur heppið fekk fatur á bóltinum.

Sí samandrátt frá hesum dystunum og hinum her

Fyri B68 var minusið, at Aleksandar Jensen fekk seinna gula kortið, tá fimm minuttir vóru eftir. Fyri ÍF var plussið so, at mann minkaði um munin við frísparkinum, sum kom í støðuni, og at áleyparin Jhon Mena fekk sítt fyrsta mál í føroyskum fótbólti. 

B68 hevur nú trý stig og er harvið yvir niðurflytingarstrikuni - AB er nú langt niðast. Tað er ein tættur miðbólkur, ið nú er. 

7. umfar í Betrideildini
Í dag, sunnudagin 30. apríl

ÍF - B68 1-3 (0-1)
8' Mohammed Samba (Ragnar Samuelsen) 0-1
48' Boubacar Dabo (Jørgen Nielsen) 0-2
74' Boubacar Dabo 0-3
87' Jhon Mena 1-3

Reytt kort: Aleksandur Joensen (86')

07 Vestur - HB 1-3 (1-1)
9' Mikkel Dahl 0-1
20' Uros Stojanov 1-1
70' Emil Berger (Adrian Rúnasson Justinussen) 1-2
82' Adrian Rúnasson Justinussen 1-3

Víkingur - EB/Streymur 
(1-0)
12' Jákup Johansen (Bergur Gregersen) 1-0

AB - TB 0-0 


Les eisini: HB fekk góða byrjan undir nýggja venjaranum


B36 - KÍ 2-3 (1-2)
5' Páll Andrasson Klettskarð (Claes Philip Kronberg) 0-1
31' Magnus Egilsson (Jann Benjaminsen) 1-1
39' Páll Andrasson Klettskarð (Mads Boe Mikkelsen) 1-2
46' Michal Przybylski (Eli Falkvard Nielsen) 2-2
90 (+4)' Jonn Johannessen (Jákup Biskopstø Andreasen) 2-3

Reytt kort: Eli Falkvard Nielsen (83')

Les eisini: Jonn gjørdist stóra hetjan í stórdystinum


Støðan í Betrideildini 
1. KÍ 21 stig 
2. HB 17 stig 
3. B36 15 stig 
4. Víkingur 11 stig 
5. ÍF 9 stig 
6. EB/Streymur 7 stig 
7. 07 Vestur 7 stig
8. B68 6 stig 
9. TB 5 stig 
10. AB 1 stig

Fýra av teimum fimm dystunum í næsta umfari eru á skránni fríggjadagin

 
[object Object]
Kelda: HSF

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder