Fótbóltur

HB fekk góða byrjan undir nýggja venjaranum

Tað var annars 1-1 leingi í Sørvági. AB fekk sítt fyrsta stig við málleysa javnleikinum móti TB. Víkingur kom aftur á sigurskós.

HB og Víkingur vunnu í dag - Adrian Rúnasson Justinussen bæði skoraði og legði upp seinastu lløtuna móti 07 Vestur (Savnsmynd: Sverri Egholm)

HB og Víkingur vunnu í dag - Adrian Rúnasson Justinussen bæði skoraði og legði upp seinastu lløtuna móti 07 Vestur (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-04-30 17:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tríggir dystir í Betrideildini byrjaðu klokkan 15 - ein tími eftir at oddadysturin í Gundadali byrjaði. Har vann KÍ 3-2 á B36 við máli í yvirtíðini.

Les eisini: Jonn gjørdist stóra hetjan í stórdystinum

HB kom harvið upp á 2. plássið aftur við sigri í Vágunum. Mikkel Dahl legði næstan beinanvegin útiliðið á odda, men í 20. minutti javnaði Uros Stojanov. Síðani gingu 50 leikminuttir, har tað var heldur tungt hjá Jákup Martini Joensen og hansara monnum, men so legði Adrian Justinussen inn úr vinstru, og við aftaru stong stútaði sviin Emil Berger í máli. Tólv minuttir seinni gjørdi Adrian bart við góðum beinleiðis frísparki: Trý mál og trý stig til HB í fyrstu royndini hjá nýggja høvuðsvenjaranum.

Víkingur er í løtuni á 4. plássinum. Jákup Johansen skoraði einsamalla málið í dystinum í Sarpugerði móti EB/Streymi - heimaliðið hevði tó fleiri aðrar stórar møguleikar. Hetta var fyrsti sigurin hjá Víkingi í fýra dystum - í øllum kappingum. 

AB tryggjaði sær fyrsta stigið. Hetta var á heimavølli móti TB, har tað endaði sum tað byrjaði - málleyst. Útiliðið kann helst brúka hetta stigið til meira. 

Klokkan 17 byrjaðu teir í Fuglafirði. Har er B68 á odda í tí, sum er ógvuliga týðandi dystur hjá teimum.

7. umfar í Betrideildini
Í dag, sunnudagin 30. apríl

07 Vestur - HB 1-3 (1-1)
9' Mikkel Dahl 0-1
20' Uros Stojanov 1-1
70' Emil Berger (Adrian Rúnasson Justinussen) 1-2
82' Adrian Rúnasson Justinussen 1-3

Víkingur - EB/Streymur 
(1-0)
12' Jákup Johansen (Bergur Gregersen) 1-0

AB - TB 0-0 

B36 - KÍ 2-3 (1-2)
5' Páll Andrasson Klettskarð (Claes Philip Kronberg) 0-1
31' Magnus Egilsson (Jann Benjaminsen) 1-1
39' Páll Andrasson Klettskarð (Mads Boe Mikkelsen) 1-2
46' Michal Przybylski (Eli Falkvard Nielsen) 2-2
90 (+4)' Jonn Johannessen (Jákup Biskopstø Andreasen) 2-3

Reytt kort: Eli Falkvard Nielsen (83')

Les eisini: Jonn gjørdist stóra hetjan í stórdystinum

17.00: ÍF - B68 (0-1)

Støðan í Betrideildini 
1. KÍ 21 stig 
2. HB 17 stig 
3. B36 15 stig 
4. Víkingur 11 stig 
5. ÍF 9 stig *
6. EB/Streymur 7 stig 
7. 07 Vestur 7 stig
8. TB 5 stig 
9. B68 3 stig *
10. AB 1 stig

*Ein dyst fleiri 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder