Oslo, Noreg (Portalurin): Fýra teir fyrstu dystirnir í EM-endaspælinum verða spældir í dag. Seks innleiðandi bólkar eru, og tveir teirra fara í gongd.
Bólkur A - Herning
15. januar
17.00: Spania - Serbia
19.30: Týskland - Eysturríki
Bólkur C - Oslo (Bærum)
15. januar
17.00: Frakland - Kekkia
19.30: Noreg - Ukraina
Tíðirnar eru føroyskar
Tvey lið koma víðari úr hvørjum bólki - hinir bólkarnir síggjast niðast.
Dystirnir síggjast á TV2/TV2 Play ella á DR/DR TV
Bólkur A verður mettur at vera tann besti og mest spennandi bólkurin av øllum. Spania og Serbia, sum bæði eru í gongd við ættarliðsskifti, vóru eisini í bólki saman í undankappingini, har tey spældu tættar dystir. Seinni hittast grannarnir Eysturríki og Týskland í Herning - har kann tað gerast veruligt drama.
Í dystunum her í Oslo eru tveir størri favorittar í kvøld - Frakland og Noreg. Spenningurin kring norska landsliðið er tó ikki eins stórur sum áður, og Føroyar fara møguliga at fáa harðari og dyggari stuðul enn veruliga heimaliðið í hesum døgum.
![]()
![]()
Unity leikhøllin í Fornebeu, Bærum - hetta er í Oslo-útryðuni og er talan um
Føroyingar í dystarhøllini - fríggjakvøldið verður tað
Frakland er annas uttan ein av lyklaspælarunum Nedim Remili. Danmark er favorittur at vinna endaspælið og harvið taka allar krúnurnar: OL, HM og EM. Spurningurin er um Frakland og onnur veruliga kunnu bjóða. dønum av.
Í morgin verða seks dystir spældir
Bólkur B (Herning)
1. umfar - fríggjadagin 16. januar
17.00: Portugal - Rumenia
19.30: Danmark - Norðurmakedónia
Bólkur D (Oslo/Bærum)
1. umfar - fríggjadagin 16. januar
17.00: Slovenia - Montenegro
19.30: Føroyar - Sveis
Bólkur E (Malmö)
1. umfar - leygardagin 17. januar
17.00: Kroatia - Georgia
19.30: Svøríki - Niðurlond
Bólkur F
1. umfar - fríggjadagin 16. januar
17.00: Ísland - Italia
19.30: Ungarn - Pólland
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald