Fótbóltur

Í dag er landsliðsúttøka á skránni

Áhugavert verður at síggja hvørjar broytingar verða í hópinum hjá Håkan Ericson til komandi tríggjar dystirnar. Sóttarhaldsreglur í Íslandi kunnu aftur órógva, meðan profilar kunnu verða við aftur. U21-landsliðið verður eisini úttikið.

Klokkan 10 fer Håkan Ericson at seta navn á teir 23 leikararnar, ið skulu við til dystirnar móti Danmark (vinardystur), Lettland og Andorra (Nations League) - Mynd: Bjarni Enghamar

Klokkan 10 fer Håkan Ericson at seta navn á teir 23 leikararnar, ið skulu við til dystirnar móti Danmark (vinardystur), Lettland og Andorra (Nations League) - Mynd: Bjarni Enghamar

2020-09-28 07:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Klokkan 10 fer Håkan Ericson at seta navn á teir 23 leikararnar, ið skulu við A-landsliðnum til dystirnar móti Danmark,  Lettland og Andorra. Teir báðir síðstnevndu eru í Nations League og verða leiktir á Tórsvølli ávíkavist 10. og 13. oktober. Áðrenn hesar dystirnar skulu Føroyar spæla vinardyst í Herning ímóti Danmark. Hendan uppgerðin verður 7. oktober.

Hóast Føroyar vunnu báðar dystirnar í Nations League tíðliga í september - 3-2 heima móti Malta og 1-0 á útivølli móti Andorra - so kunnu broytingar væntast. Til seinasta hóp vóru Gilli Rólantsson og Jóan Símun Edmundsson ikki tøkir. Gilli hevði koronasmittuna, og Jóan Símun var júst veruliga komin í gongd við at venja. Nú er Gilli frískur, og Jóan Símun kom leygardagin inn og skoraði einsmalla málið í Bundesliga-dystinum hjá Arminia Bielefeld móti Köln og skrivaði harvið føroyska fótbóltssøgu.

[object Object]Tað kann væntast, at Jóan Símun verður aftur at síggja í landsliðsbúnanum í komandi mánaði (Mynd: Sverri Egholm)

Rógvi Baldvinsson hevði ein skaða at dragast við, og Valur ynskti, orsakað at sóttarhaldsreglunum í Íslandi, ikki at leysgeva Kaj Leo í Bartalstovu. FH kallaði eisini Gunnar Nielsen heim eftir fyrra dystin av somu orsøk. Sum skilst so kunnu krøvini í Íslandi um sóttarhald aftur ávirkað hesaferð, og tí er ivasamt, um Gunnar og Kaj Leo verða úttiknir. Magnus Egilsson úr Vali var fastur á landsliðnum seinastu 15 mánaðirnar hjá Lars Olsen og Jóannes Jakobsen. Ein annar vinstri bakkur, ið ikki var við seinast, er Ári Mohr Jónsson. Hann spælir fast fyri Sandnes Ulf í Noreg

U21-landsliðið eisini úttikið

Eftir úttøkuna hjá A-landsliðnum fer Hegga Samuelsen, hjálparvenjari hjá U21-landsliðnum, at kunngera hópin til EM-undankappingardystirnar móti Spania og Montenegro. Hesir verða á ávikavist á Tórsvølli og á Svangaskarði 8. og 13. oktober. Føroyar vunnu í farna mánaði 3-1 á Ísrael á Svangaskarði og tapti síðani 2-1 á Tórsvølli fyri Norðurmakedona, ið vann 7-1 tá liðini hittust í Skopje í fjør.

[object Object]Sámal Erik Hentze verður ikki á sjálvum tíðindafundinum men skal 8. og 13. oktober standa á odda fyri U21-landsliðnum 

Nú verður næsta landsliðsúttøka hjá Sámal Eriki Hentze. Andrias Edmundsson er, eins og seinast, ikki tøkur, tí hann til daglia spælir í Spania, har sótarhaldsreglurnar eru ein forðing. Seinast vóru Adrian Justinussen, Daniel Johansen og Jákup B. Andreasen við A-landsliðnum, hóast teir hava U21-aldur. Hugsandi er, at onkur av hesum - møguliga allir - skulu spæla fyri U21 hesuferð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder