
Í gjárkvøldið vann H71 24-19 á Neistanum, og VÍF vann 24-19 á Kyndli, tá kvinnurnar spældu fyrru hálvfinalurnar.
Les meira: 24-19 í báðum hálvfinalunum
Somu liðini hittast hjá monnunum, ið spæla fyrru hálvfinalurnar í kvøld.
FM-finalistarnir í fjør stríðast í Høllini á Hálsi um eitt gott útgangsstøði. Neistin vann í fjør finaluna á Kyndli, ið basti H71 fyri tveimum árum síðani. VÍF skal royna at koma í sína fyrstu finalu í fimm ár.
Beint eftir dystin í Vestmanna í kvøld verður móttøka í høllini fyri heimsmeistaranum í fjøðurvekt. Sarah Mahfoud er hálvur vestmenningur.
Hálvfinalur hjá monnum:
Hósdagur 06.02.20 kl. 20.00 Neistin – H71 (kvf.fo stroymir dystin)
Hósdagur 06.02.20 kl. 20.00 VÍF – Kyndil (Vit hava myndir frá dystinum)
FM1 sigur frá báðum dystunum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald