Fótbóltur

Í kvøld eiga menninir tørn

Lagt er upp til spennandi hálvfinalur í Kollafirði og í Stórhøllini á Hálsi.

Neistin og H71 vunnu hvør sín bólk og eru í kvøld á útivølli, tá fyrru hálvfinalurnar verða leiktar
(Mynd: Sverri Egholm)

Neistin og H71 vunnu hvør sín bólk og eru í kvøld á útivølli, tá fyrru hálvfinalurnar verða leiktar (Mynd: Sverri Egholm)

2019-02-14 14:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fýra lið skulu í kvøld og sunnudagin dystast um finaluplássini í Faxe Kondi kappingini hjá monnum 

Hósdagin 14.02: 
Fyrru hálvfinalurnar - menn

20.00: KÍF - Neistin 
          Kyndil - H71

Tað kann gerast talan um tvær ógvuliga tættar og inntensar uppgerðir, nú øll síggja sín møguleika at røkka steypafinaluni.

Neistin hevur havt takið á KÍF í ár. Teir bláu úr Havn hava vunnið tríggar ferðir á kollfirðingum. KÍF er tó vorið sterkari, sum kappingarárið er liðið. Serliga er tað, síðani Rùni Joensen kom afturat hópinum. Kollfirðingar bjóða av í stríðnum um at koma í topp-fýra í Okkara-deildini, og við góðum sigri í Vestmanna og teprum sigri á 2. liðið hjá Kyndli spældi KÍF seg víðari saman við H71. Neistin vann sín bólk við sigrum á StÍF, Team Klaksvík og Kyndli.

Kyndil og H71 hava spælt ógvuliga tættar dystir í ár. Hoyvíkingar vunnu tveir teir fyrstu 18-17, men fyri einum mánaði síðani vann Kyndil 28-26 í Stórhøllini. Bæði liðini hava 19 stig í Okkara-deildini (H71 hevur leikt ein dyst færri). Hoyvíkingar vunnu sín bólk frammanfyri KÍF, meðan Kyndil tapti fyri Neistanum og kom víðari sum tvey'ari.

Báðir dystirnir í kvøld kunnu stroymast á heimasíðuni hjá KVF. 




placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder