Fótbóltur

Í kvøld eru fyrru áttandapartsfinalurnar

16 lið eru eftir í Europa League.

N'golo Kanté og Chelsea slóu Malmö út í seinasta umfari - nú er Dynamo Kiev mótstøðuliðið
(Mynd: EPA)

N'golo Kanté og Chelsea slóu Malmö út í seinasta umfari - nú er Dynamo Kiev mótstøðuliðið (Mynd: EPA)

2019-03-07 14:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í Champions League eru fýra áttandapartsfinalur avgjørdar, og seinnu uppgerðirnar í hinari helvtina verða í komandi viku. Í hinari evropeisku kappingini verða fyrru áttandapartsfinalurnar leiktar í kvøld:

17.55: Dinamo Zagreb - Benfica
           Frankfurt - Inter
           Rennes - Arsenal
           Sevilla - Slavia Prag
           Zenit - Villareal 

20.00: Chelsea - Dynamo Kiev 
           Napoli - Salzburg
           Valencia - Krasnodar

Spenningur er, um ensku liðini, ið eru ímillum stóru favorittarnar í kappingini, kunnu skapt sær eitt gott útgangsstøði. Bæði liðini hava meira torførar uppgávur enn í seinasta umfari, men skulu spæla seg víðari. Spennandi uppgerð er í Suður Italia, har Salszurg, ið var í hálvfinaluni í fjør, er á vitjan. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder