Annað

Í kvøld skal Brasil avrika

Brasliumenn eru komnir nakað haltandi inn í kappingina. Í kvøld skal bólkur E avgerast.

Brasil fekk ein sera týdningarmiklan sigur ímóti Kosta Rika fríggjadagin. Nú skal plássið í áttandapartsfinaluni tryggjast
(Mynd: EPA)

Brasil fekk ein sera týdningarmiklan sigur ímóti Kosta Rika fríggjadagin. Nú skal plássið í áttandapartsfinaluni tryggjast (Mynd: EPA)

2018-06-27 16:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Knock-out dystirnir nærkast alsamt meira, og nú skal navn setast á tey seinastu liðini, ið koma víðari úr bólkunum.

Tað hevur ikki verið nakað sprækið braslianskt lið, ið vit hava sæð í Russlandi higartil. Fyrst ein tamur javnleikur ímóti einum vælskipaðum Sveis-liðið, og síðani ein 2-0 sigur ímóti Kosta Rika, har Brasilia skoraði bæði málini í yvirtíðini, har Neymar royndi at snýta seg til eitt brosspark, og har frustratiónir vóru at síggja á liðinum hjá Tite. Samba-fótbóltur hevur tað ikki verið nakað at sæð til.

Tey vænta sera nógv í Rio de Janiero og restina av landinum. Úrslitini eru eitt, men vakra og dárandi spælið við undirhaldið skal eisini verða har. Í undankappingini og í venjingardystunum hevur Brasil verið flúgvandi. Philippe Coutinho hevur higartil verið ljóspunktið hjá brasiliumonnum, ið skulu hava stig ímóti Serbia í kvøld, fyri at koma víðari.

Serbia misti á stokkinum ímóti Sveis. Serbar komu á odda tíðliga, men í 2.hálvleiki skoraðu tvær ferðir. Harvið skal Serbia vinna í kvøld, og liðið av Balkan kemur á eina sera torføra uppgávu. Tó eru Matic og hinir sterkir, og kunna koma at gera tað trupult og hart fyri Neymar og Brasilia.

Sveis kann liva við einum javnleiki ímóti Kosta Rika, ið longu er sligið út. Vegna sigurin á Serbia, og tað at Brasilia og Serbia hittast í kvøld, so kann Sveis væl koma víðari, hóast tað gerst til eitt tap í kvøld. Tað verður tað helst ikki talan um, tí Sveis hevur eitt sterk lið.

Dystirnir byrja báðir kl. 19.00: 
Serbia – Brasilia (KVF - TV2)
Sveis - Kosta Rika (KVF - TV2 Sport

Brasilia      4  (+2)
Sveis         4 (+1)
Serbia       3 (0)
Kosta Rika 0 (-3)
   

placeholder
placeholder