UEFA Youth League er ungdómsútgávan av Champions League hjá monnum. Áður hava bert feløg, sum hava lið í vaksnamannakappingini, luttikið, men nú er Youth League broytt.
Eitt føroyskt umboð hevur á fyrsta sinni fingið møguleikan at vera við. Talan er um felagið, sum vann U17-kappingina í fjør. Hetta var HB, sum í lutakastinum til 1. umfar fekk FC Progres Niederkorn í fyrsta umfarinum í Youth League 2024/2025.
Liðið úr Luksemborg vitjar Tórsvøll í kvøld. Dysturin byrjar klokkan 19, og ókeypis atgongd er til dystin, boðar HB frá.
Rás 1 hjá Televarpinum vísir søguliga evropeiska dystin.
Talan er um spælarar, ið eru í U19-aldri. Harav spæla nógvir hjá HB vaksnamannafótbólt - serliga við 1. deild - og nakrir av ungu monnunum eru partur av hópinum hjá besta liðnum. Oddur Olsen og Jákup Thomsen eru venjarar.
Liðini spæla aftur um tvær vikur í Luksemborg. Samanlagdi vinnarin fer víðari til 2. umfar og skal møta FC Midtjylland.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald