Alla hesa vikuna - tað vil siga alt árið - hevur føroyska manslandsliðið vant miðvíst fyri at fyrireika seg so væl sum gjørligt til stóru uppgávuna í Týsklandi. Nógv ferð var á venjingunum mánadagin, týsdagin og mikudagin, áðrenn tað var í eitt sindur lægri gervi í gjár.
Sí eisini: Full ferð á í Klaksvík
Hetta er tí, at dystir eru á skránni. Bæði í kvøld og í annaðkvøld bresta Føroyar og Belgia saman í venjingardystum, sum eru týðandi trýstroyndir fyri liðið hjá Peter Bredsdorff-Larsen áðrenn EM. Her fáa venjarar og spælarar roynt ymiskt og fáa dystarvenjing aftur. Summir hava ikki spælt dyst síðani nakrar dagar fyri jól.
Belgia endaði aftast í sínum undankappingarbólki og skal harvið ikki við til endaspælið. Hóast liðið einki stig fekk, so var Belgia væl við í so at siga øllum seks dystunum - eisini móti Kroatia og Niðurlondum. Einki tap var størri enn við fimm málum.
Talan er eisini um eina hondbóltstjóð í framgongd. Í fjør var Belgia við til sítt fyrsta endaspæl. Í HM eydnaðist at koma víðari úr innleiðandi bólkinum, men liðið endaði nummar 21 av teimum 32 londunum. Belgia er kent sum eitt lið, ið kann skora nógv mál og millum annað spælir 7 ímóti 6-spælið (yvirtalsálop) væl.
Føroyska liðið er á pappírinum favorittur at vinna, men júst tað merkir ikki so nógv, og okkara menn fáa helst góða mótstøðu, nú beint undir ein vika er til fyrsta EM-dystin.
Óli Mittún spælir ikki í kvøld. Hann er við at koma heilt fyri seg eftir beklingina Annars verða allir hinir 18, sum eru í endaliga hópinum á dómaraseðlanum. Harvið hava venjararnir tveir spælarar fleiri at ráða yvir enn til kappingardystir. Tað verður helst eisini roterað nógv hesar báðar dystirnar. Bæði so spælarar ikki verða ovbyrjaðir, men eisini so at allir fáa nakað av dystarrútmu.
Sí eisini:
Óli Mittún: Verður tað størsta vit hava roynt í hondbólti (Video)
Verður helst fullsett til venjingardystirnar
Áskoðararplássini eru til reiðar, bláa gólvið er á, og belgiska liðið er komið til landið. Føroyar skulu nú fyrireika seg til EM við tveimum góðum landsdystum á Hálsi (Mynd: Andrei Antal/Hondbóltssamband Føroya)
Tað er nærum útselt til báðar dystirnar. Umleið 1.800 áskoðarar kunnu vera til slíkar dystir í Høllini á Hálsi í kvøld. Lagt er upp til eitt slag av fólkaveitslu í kvøld, har føroyingar kunnu hita upp til EM saman og heilsa og fagnað hópinum. Dysturin í kvøld byrjar klokkan 19.30 og sæst eisini í Kringvarpinum.
Portalurin verður á staðnum við fullari manning. Vit fara at hava beinleiðis dagføringar, samrøður, myndir og annað.
Venjingardystir undan EM - høllin á Hálsi
Í kvøld, fríggjakvøldið 5. januar
19.30: Føroyar - Belgia
Atgongumerkir - nú útselt
Í morgin, leygarkvøldið 6. januar
19.30: Føroyar - Belgia
Atgongumerkir
Dagført: 13.45
--
Spælari: Pauli Jacobsen
Tónleikur: Benjamin Rajani ("Á Sigursferð)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald