Hondbóltur

Verður helst fullsett til venjingardystirnar

Føroyar spæla í annaðkvøld og leygarkvøldið móti Belgia. HSF boðar fyrrapartin frá, at umleið 200 atgongumerki eru eftir til hvønn dyst.

EM-fyrireikingardystir verða á Hálsi næstu dagarnar. Tað eru pláss fyri umleið 1.800 áskoðarum til hvønn dyst - báðir byrjar klokkan 19.30 (Mynd: Sverri Egholm)

EM-fyrireikingardystir verða á Hálsi næstu dagarnar. Tað eru pláss fyri umleið 1.800 áskoðarum til hvønn dyst - báðir byrjar klokkan 19.30 (Mynd: Sverri Egholm)

2024-01-04 11:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

EM-fyrireikingarnar eru í hæddini, og bæði í morgin og leygarkvøldið spæla Føroyar móti Belgia í Høllini á Hálsi. Í báðum førum byrja dystirnir klokkan 19.30.

Spenningur er í luftuni í Føroyum, nú eitt landslið á fyrsta sinni skal til eitt slíkt endaspæl. Liðið hevur vant, og gjørt ymiskt annað saman, síðani mánadagin. Í gjár var EM-hópurin í Klaksvík til skúlavitjan, venjing, "sjóroynd" á Sjónámi og síðani í Vælveruøkinum í svimjihøllini.

Sí eisini: 
Myndir: EM-hópurin fekk heita móttøku í Klaksvík
Full ferð á í Klaksvík
Myndir: Hóndboltsmenninir stóðu sjóroyndina

Video: 
Pauli Jacobsen: Veit hvussu umráðandi málmansleikluturin er
Peter Krogh: - Eg verði 100 prosent til reiðar

Frá klokkan 15 til klokkan 16.30 í dag vitjar landsliðshópurin SMS, og í kvøld er venjing aftur á skránni á Hálsi. Seinni í dag kemur belgiska liðið til landið.

Pláss er fyri umleið 1.800 áskoðarum til hvønn landsdyst í Høllini á Hálsi, og fyrrapartin hevur Hondbóltssambandið boða frá, at umleið 200 atgongumerki eru eftir hvønn dyst.

Atgongumerki kunnu keypast á atgongumerki.fo.

Harvið bendir nógv á, at tað verður í øllum førum nær við at vera fullsett fríggjakvøldið og leygarkvøldið, tá føroyingar fara at stuðla hóndbóltsmonnunum og onkursvegna ynskja teimum góða ferð til Berlin eisini. Um tað ikki verður fullsett við forsølu, verður sum skilst forsøla við dyrnar.

Túsundtals av føroyingum vera eisini í Týsklandi í næstu viku - fyrsti EM-dysturin er um júst eina viku, 11. januar móti Slovenia.

Venjingardystir undan EM
Høllin á Hálsi, fríggjakvøldið 5. januar
19.30: Føroyar - Belgia 

Atgongumerkir

Høllin á Hálsi, leygarkvøldið 6. januar
19.30: Føroyar - Belgia 

Atgongumerkir


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder