Fitt av fólki fregnaðist tá føroyska EM-landsliðið fyrr í dag vandi í Klaksvíkar Badmintonhøll. Millum annað var borgarstjórin, Karl Johansen, ein túr framvið. Hann bjóðaði vælkomin til Klaksvíkar og hevði nøkur fá orð til spælarar og toymi áðrenn venjing.
Sí eisini: Myndir: EM-hópurin fekk heita móttøku í Klaksvík
Spenningurin økist eisini, nú endaspælið í Týsklandi nærkast. Tveir spælarar kunnu framvegis ikki venja fult vegna skaðastøðu. Óli Mittún og Peter Krogh høvdu tó aftur hart súkkluprogramm. Báðir hava beklað fyri stuttum, og støðan batnar í hvørjum. Vónin er, at teir spæla eitt sindur í vikuskiftinum - í øllum førum Peter.
Leivur Mortensen hevur í dag verið til próvtøku á CBS í Keypmannahavn, har hann er undir lesnaði. Vongurin verður aftur til venjing í føroyska høvuðsstaðnum í morgin.
21-ára gomlu Janus Dam Djurhuus og Bjarni í Selvindi venja framvegis við. Teir eru annars ikki partur av endaliga 19-mans hópinum, sum skal til EM í næstu viku.
Í dag var sjóneykan millum annað sett á yvirtalsspælið aftur, og hvussu slovenska verjan skal brótast niður. Peter Bredsdorff-Larsen, høvuðsvenjari, var nógv á.
Føroyska liðið hevur eisini havt eitt slag av teambuliding í Klaksvík seinnapartin. Í morgin er venjing í Havn, og fríggjakvøldið og leygarkvøldið spæla Føroyar og Belgia venjingardyst á Hálsi.
Sí myndir, sum Sverri Egholm hevur tikið, niðanfyri:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald