Video: - Eg verði 100 prosent til reiðar

- Helt ikki eg skuldi royna nakað størri fyri Føroyar enn Emerging Nations Championship, sigur Peter Krogh, ið vónar at venja hondbólt í morgin og fáa nakað av dystarvenjing í vikuskiftinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-01-03 21:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Nú vil eg helst sleppa av hasari súkkluni - tað er eisini ógvuliga hørð og strævin venjing og keðiligt í mun til at spæla hondbólt. Men nú nærkast.

Soleiðis helt Peter Krogh fyri eftir venjingina hjá Føroyum í Badmintonhøllini í Klaksvík í dag. Hann beklaði í dysti fyri Aarhus HC stutt fyri jól og hevur ikki verið á gólvinum síðani.

[object Object]Óli Mittún og Peter Krogh eru fyri tað mesta á súkkluni undir venjingunum (Mynd: Sverri Egholm)

Les eisini: Tann elsti og tann yngsti sótu uttanfyri

Nú eru framstig, og Peter sigur við Portalin, at hann væntar at venja nakað við í morgin og vónar at spæla eitt sindur móti Belgia - helst verður hetta í seinna venjingardystinum, sum er á skránni leygarkvøldið klokkan 19.30.

Til dagliga spælir bakspælarin og “verjuserfrøðingurin” í næstbestu donsku deildini. Hetta er á sama liðið sum Teis Horn Rasmussen, og í felagnum har Peter Bredsdorff-Larsen er í nevndini. Avbjóðingarnar eru væl størri enn í føroysku deildini, og tað hevur verið gott fyri seg, viðurkennir Peter Krogh.

Hann er tó sera glaður fyri tíðina í H71. Danin kom til felagið í 2015 og hevur vunnið eini rúgvu av gullheiðursmerkjum, umframt persónligum heiðrum. Peter er giftur føroyskari konu, og saman hava tey trý børn.

Hann slapp at spæla fyri føroyska landsliðið í 2017. Peter Krogh gjørdist toppskjútti í finaluni í sonevndu Emerging Nations Championship kappingini í Bulgaria ta árið. Føroyar høvdu eisini vunnið kappingina tvey ár frammanundan.

- Tað var nakað heilt annað, í mun til hvar vit eru nú. Haldi at fleiri lið bara høvdu U23-spælarar við, men tá helt man, at tað ikki kundi blíva størri. Nú sleppur man at prøva at spæla við í einum endaspæli í januar - nakað sum man hevur sitið og fylgt við í frammanfyri sjónvarpi hvørt ár. Tað verður stuttligt.

Peter Krogh er eisini glaður fyri at EM-hópurin fær gjørt annað saman ennn at spæla hondbólt hesar dagarnar, nú øll ganga og bíða. Hetta er savnandi.

Hoyr alla samrøðuna omanfyri.

Sí eisini: Pauli Jacobsen: Veit hvussu umráðandi málmansleikluturin er

Sí eisini: Myndir: Hondbóltsmenninir stóðu sjóroyndina

Sí eisini: Myndir: Full ferð á í Klaksvík

Sí eisini: Myndir: EM-hópurin fekk heita móttøku í Klaksvík


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder