Niðurteljingin er nú av álvara farin í gongd. Um eina viku skal føroyska A-landsliðið við monnum spæla sín fyrsta dyst í EM-endaspælinum 2024. Føroyar eru millum tær 24 tjóðirnar, sum í januar dystast um evropameistaraheitið hjá monnum.
Hetta er fyrstu ferð, at føroyska ítróttarlandslið luttekur í so stórum endaspæli á vaksnamannastigi. Harvið verður talan um søguliga hending hósdagin 11. januar, tá føroysku spælararnir trína inn í stóru Mercedes Benz-høllina at spæla ímóti Slovenia.
Mett verður at upp ímóti 4.000 føroyskir áskoðarar vera til teir tríggjar bólkaspælsdystirnar í Berlin. Tveir dagar eru ímillum hvønn dyst.
Skráin hjá Føroyum í bólki D:
Hósdagin 11. januar
17.00: Føroyar - Slovenia
Leygardagin 13. januar
19.30: Føroyar - Noreg
Mánadagin 15. januar
17.00: Føroyar - Pólland
Sí eisini:
Noreg skal royna seg móti Danmark
Føroyar eru styrkismettar niðast í bólkinum. Talan er um heilt sterk mótsstøðulið, so á pappírinum bendir lítið á, at Føroyar skulu vera annað av liðunum, ið spælir seg víðari til millumumfarið.
Føroysku menninir fara tó niður til Týsklands týsdagin við góðum treysti. Nú hugsavna Peter Bredsdorff-Larsen og hansara menn seg mest av øllum um Slovenia, sum er fyrsta uppgávan.
Í annaðkvøld og leygarkvøldið spæla Føroyar fyrireikingardystir móti Belgia á Hálsi. Nakað av atgongumerkjum eru eftir. Báðir venjingardystirnir byrjar klokkan 19.30.
Sí eisini: Verður helst fullsett til venjingardystirnar
--
Spælari: Pauli Mittún
Tónleikur: Benjamin Rajani ("Á Sigursferð)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald