Í føroysku leguni hugsavna teir seg mest um at møta Slovenia, sum er fyrsta mótsstøðuliðið í EM-endaspælinum. Hesin dysturin verður spældur í Berlin um júst eina viku, hósdagin 11. januar klokkan 17.
Dystur nummar tvey í røðini er móti Noreg, sum er hægst styrkismett í okkara bólki. Norska liðið hevur nógvar stórar profilar, og spæla teir tríggir, sum meira ella minni eru fastir í bakketuni allir í norska Kolstad.
Magnus Abelvik Rød og Gøran Johannesen fingu nakað av skaðatrupulleikum í desember og vóru ikki á vøllinum, tá tætti dysturin móti Eliasi á Skipagøtu og hinum í Kiel í Champions League skuldi avgerast. Talan er um ávikavst skaða í fótinum og í hæslsinuni. Báðir siga tó við norska TV2, at tað batnar í hvørjum.
Dugnligi bakspælarin Göran Søgaard Johannesen var í Føroyum og vitjaði og m.a. fiskaði í summar - føroysku landsliðliðsspælararnir Helgi Hildarson Hoydal og Kjartan Johansen vóru við í bátinum (Mynd: EPA)
Norski landsliðsvenjarin Jonas Wille sigur soleiðis við tv2.no í dag:
- Teir kundu helst báðir spælt dyst í dag, men málið er at teir skulu halda til eitt heilt endaspæl og ikki koma aftur til felagið sum eitt vrak. Vit skulu nýta høvdið her.
Harvið vera teir báðir lyklaspælararnir eftir øllum at døma til reiðar móti Føroyum um níggju dagar, men uppgávan móti donsku heimsmeistarunum í Golden League-upphitingarkappingini verður truplari. Dysturin í kvøld hevur tó ikki so nógv at siga, hvørjum úrslitinum viðvíkur. EM-favorittarnir taka ímóti í Royal Arena í Ørestad í kvøld klokkan 19.15 føroyska tíð. Dysturin sæst á TV2 og TV2 Play.
Keldur: tv2.no og tv2.dk
--
Spælari: Pauli Mittún
Tónleikur: Benjamin Rajani (Á Sigursferð)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald