Barnalund er ein barnagarður og vøggustova í Fuglafirði. Stovnurin er granni hjá vøllinum í Fløtugerði, og børnini hava tískil sera stutt at fara yvir á vøllin at sparka bólt. Sama er galdandi fyri dagstovnarnir á Kambsdali, Kambur og Stropin, tí har er FIFA vøllur tætt við.
Áðrenn korona av álvara breiddi seg, var ein sendinevnd úr ÍF og vijaði grannan, dagstovnin Barnalund. Formaðurin og høvuðsungdómsvenjarin vóru saman við tveimum av teimum ungu lokalu leikarum í Betrideildarhópinum, Jóhan Petersen og Jákup Nolsøe Olsen. Latið var forkvinnuni í Barnalund, Lailu Hentze Hansen, eina dós við bóltum, keylum og vestum.
ÍF skrivar í dag, at tey í Barnalund vóru sera glað fyri gávuna, og at tey í ÍF eru glað fyri, at vit eisini kunnu geva aftur til samfelagið og kunnu staðfesta, at sælari er at geva enn at fáa.
Høvuðsungdómsvenjarin hjá ÍF, Jóan Pauli Jacobsen, hevur í sambandi við venjaraútbúgving sína gjørt eina lítla kanning millum fremstu fótbóltsleikararnir í landinum. Allir, uttan undantak, hava svarað, at teir byrjaðu á á heilt ungum árum, skrivar ÍF.
Eftir at hetta gjørdist greitt, setti formaðurin hjá ÍF fótbólti, Georges Rouah, loftaði setti verkætlanina við fótbóltsútgerðini í gongd.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald