Annað

ÍF liggur til bronsu eftir sigur á Fleyr í fjórða fimmsettaranum teirra millum

Polestar-deildin: Fleyr – ÍF 2-3 (20-25, 25-17, 23-25, 25-21, 14-16).

2025-02-17 07:47 Author image
Innsent
placeholder

Í gjárkvøldið møttust Fleyr og ÍF fyri fjórðu fer hetta kappingarárið, og fyri fjórðu ferð var neyðugt við fimm settum fyri at avgera dystin. Teir fyrru tveir dystirnar hevði Fleyr vunnið 3-2, men teir seinnu tveir hevur ÍF vunnið 3-2.

Fleyr, við 49 ára gamla Jens Hera Bolstad Mortensen sum libero, kom annars í góða støðu at vinna dystin í gjár, tá støðan gjørdist 6-1 í javnbrótaranum eftir góðan blokk frá Jóhan Arna Elisson Wang, men eftir drúgvan bardaga um næsta stigið langaði Hákun Nón til endans bóltin í gólvið hjá Fleyr, so støðan gjørdist 6-2 heldur enn 7-1, og stutta løtu seinni hevði ÍF fingið samband við Fleyr aftur, tá støðan gjørdist 6-7 (til Fleyr) eftir fýra stig á rað.

Fleyr helt seg kortini frammanfyri við einum og tveimum stigum og fekk eisini tveir dystarbóltar við støðuna 14-12, men tann fyrri fór fyri skeytið, tá satsaða servan brast í netið og tann seinni, tá Teitur Eliasen vann í blokkinum. Í staðin fekk ÍF dystarbólt, tá Fleyr lorkaði bóltin í netið, og dystarbóltin vann ÍF, tá smassjið frá Fleyr tók í antennuna, so at ÍF vann 16-14.

Við teimum tveimum stigunum fer ÍF tvey stig framum Fleyr, og tí er bronsan á veg til fuglafjarðar, um ikki Fleyr vinnur á Mjølni í næstsíðsta dystinum hjá sær, sum er mánadagin um eina viku.

Støðan í Polestar-deildini:

NrLiðDystir (av 16)SettmunurStig
1132533
2Mjølnir131930
3ÍF13-219
4Fleyr14-417
5Ternan13-380
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder