Fótbóltur

ÍF stóri sigursharrin pálmasunnudag

Hans Jákup Lervig skoraði bæði málini í 2-0 sigrinum á AB. 07 Vestur tryggjaði sær javnleiki móti B68 við málið seint í dystinum - KÍ knógvaði stríðsfúsa og vælskipaða EB/Streyma-liðnum.

Uppflytararnir vunnu á heimavølli móti AB. Argjamenn hava tapt báðar dystirnar higartil 0-2 (Mynd: Sverri Egholm)

Uppflytararnir vunnu á heimavølli móti AB. Argjamenn hava tapt báðar dystirnar higartil 0-2 (Mynd: Sverri Egholm)

2023-04-02 17:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tríggir dystir í Betrideildini vórðu bríkslaðir í gongd klokkan trý. 

ÍF tryggjaði sær sín fyrsta heimasigur í Betrideildini síðani 16. mai 2021. Ein heilstoyptur innsatsur lá aftanfyri hetta, har yngri og eldri lokalir, umframt dygdargóðir útlendingar stríddust væl saman. Tað var syðrugøtumaðurin Hans Jákup Lervig, sum í fleiri kappingarár hevur spælt við ÍF, ið skoraði bæði málini: Bæði við vinstra beinið eftir góða sending og góða fyrstu nerting og síðani hart skot í AB-brotsteignum. Útiliðið hevði bóltin rímiliga nógv men lítið at bjóða uppá frameftir, og so endaði tað 2-0 og frøi í Fuglafirði.

[object Object]
ÍF-fagnaður eftir 2-0 málið, ið kom stutt eftir steðgin (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]

Árni Frederiksberg hevur lagt KÍ á odda við sínum vinstra beinið (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Tað gjørdist heldur óvæntað einasta málið, sum kom í dystinum við Djúpumýru (Mynd: Sverri Egholm) 

Í Klaksvík kom bert ta eina málið. Tað skoraði Árni Frederiksberg eftir gott álop, tá eitt korter var farið. Heimaliðið hevði aðrar stórar málmøguleikar, men EB/Streymur stríddist og stóð væl ímóti, og kundi eisini javnað. Føroyameistararnir vunnu uppiborið, men á máltalvuni ikki so sannførandi sum væntað varð.

B68 byrjaði sum eitt óløgi í Sørvág. Longu í fyrsta álopinum legði Ragnar Samuelsen gestirnar á odda. Eins og í fyrsta umfarið bragdaði tó hjá 07 Vestur seint í dystinum: Liðformaðurin Danie Obbekjær sló til, og harvið fingu vágamenn og toftamenn eitt stig hvør.

Í gjár vann Víkingur stórsigur á TB. Í morgin er grannauppgerð í Gundadali. 

Betrideildin, 4. umfar (umfar nummar tvey)
Í dag, sunnudagin 2. apríl

ÍF - AB 2-0 (1-0)
11' Hans Jákup Lervig (Pól Jákup Lundsbjerg) 1-0
55' Hans Jákup Lervig (Jhon Mena) 2-0

KÍ  - EB/Streymur 1-0 (1-0)
16' Árni Frederiksberg (Luc Kassi) 1-0

07 Vestur - B68 1-1 (0-1)
1' Ragnar Samuelsen (Mohammed Samba) 0-1
81' Daniel Obbekjær 1-1


Í morgin, mánadagin, 3. apríl
18.00: B36 - HB

Í gjár, 1. apríl - Sarpugerði
Víkingur - TB 7-0 (1-0)
33' Sølvi Vatnhamar (Ingi Jonhardsson) 1-0
46' Arnbjørn Svensson (Bergur Gregersen) 2-0
50' Martin Klein Joensen 3-0
57' Sølvi Vatnhamar (br.) 4-0
69' Andreas Lava Olsen (Jákup Johansen) 5-0
82' Olaf Bárðarson (Finnur Justinussen) 6-0
90' Finnur Justinussen (Jákup Johansen) 7-0

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder