Tað hevur verið nakað av frágongd í ÍF síðani kappingarlok, men nú er greitt, at liðið ið endaði greitt aftast í Betrideildini farna kappingarár hevur fingið ein nýggjan leikara. Jens Joensen hevur í dag undirskrivað sáttmála við ÍF, sum er galdandi fyri kappingarárið 2020. Hesum boðar felagið frá seint seinnpartin.
30-ára gamli verjuleikarin úr Runavík var í tíggju ár fastur fúsur í verjuni hjá bardómsfelagnum NSÍ, ið hann var við til at vinna løgmanssteypið við í 2017. Sambært FaroeSoccer hevur Jens Joensen spælt 214 dystir og skotið 13 mál í Betrideildini - alt fyri NSÍ. Jens varð í 2018 valdur til ársins leikara í felagnum.
Eftir hetta gavst hann á hægsta stigi. Jens er búsitandi í Klaksvík og arbeiðir har. Stinni verjuleikarin leikti 14 dystir og skoraði fýra mál fyri næstbesta liðið hjá KÍ, sum vann gull í 1. deild í fjør.
Nú verður hann aftur í Betrideildini og skal hjálpa ÍF at enda hægri á stigatalvuni í 2020. Tað er áður kunngjørt, at Milos Budakovic og Filip Djordjevic komandi ár hava heimavøll í Fulglafirði, og í gjár boðaði ÍF frá, at Dánjal á Lakjuni aftur verður at síggja í reyðu troyggjuni í Fløtugerði komandi ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald