Orsaka av fepri hevur venjarin hjá badminton, Sune Gavnholt, sæð seg noyddan at taka Gunnvá Jacobsen úr hálvfinaluni í einsmansleiki. Hon hevur drigist við trupulleikar seinastu dagarnar, og í nátt fekk hon so fepur. So mikið, at hon ikki kann spæla í morgun.
Ógvuliga ergriligt, nú vit annars høvdu bæi Gunnvá Jacobsen og Rannvá D. Carlsson í hálvfinalunum, sum verða avgreiddar í morgun. Sostatt verða tað tvær hálvfinalur í morgun, og tað eru Rannvá sum spælir móti Jessica Li og Bartal Poulsen spælir móti Mark Constable.
Møguliga verður Gunnvá við seinni í dag tá tvímansleikur verður.
Hálvfinalurnar verða tí leiktar soleiðis
Jessica Li - Rannvá Djurhuus Carlsson (kl. 9 fø tíð)
Mark Constable - Bartal Poulsen (kl. 9 fø tíð)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald