14. mars 2009 hittust Liverpool og Manchester United í bakandi sólskini á Old Trafford. Fyrstu fyrstu ferð í langa tíð vóru bæði liðini av álvara í einum stríði um meistaraheiti. Liverpool vann heili 4-1, men tá samanumkom dró United longra stráðið, og liðið hjá Sir Alex Ferguson vann Premier League triðja árið á rað og kom ájavnt við Liverpool í meistaraheitum - 18-18.
Nemanja Vidic hevur í hesari støðuni tak á Fernando Torres, men sterki serbin fekk reytt kort í 1-4 dystinum árið fyri hesum, fyri at fella skjóta og vandamikla spaniólan (Mynd: EPA)
Nú er tað 20-19 til United, men tað eru skjótt átta ár síðani seinasta meistaraheitið hjá stórfelagnum - ikki meira enn sjey mánaðir eru, síðani Liverpool vann steypið. Liðið hjá Solskjær hevði eina heilt ringa byrjan í ár men legði seg við 1-0 sigri í Burnley týskvøldið á 1. plássi í Premier League. United hevur ikki verið oddalið so langt inn í eitt kappingarár síðani 2013.
Liverpool er í einum ringum stima, men er framvegis heilt væl við í oddinum. Ein sigur til liðið hjá Jurgen Klopp hevði merkt, at liðið aftur er oddalið - javnt í stigum men við betri málúrtøku enn United. Liverpool hevur ikki tapt ein heimadyst í Premier League síðani 23. apríl í 2017 - fyri Roy Hodgson og Crystal Palace - og tað bíðar ein risa avbjóðing hjá liðnum hjá Solskjær. Avrik og úrslit í kvøld kann siga meira um, hvørt liðið skal roknast sum avbjóðari um meistaraheiti ella ikki.
Manchester United fær stilla upp við nøkrum, ið so at siga er full manning. Liverpool hevur framvegis nakrar skaðar, og størsta avbjóðingin er í miðverjuni. Tó er heimaliðið favorittur, og Liverpool hevur ikki tapt seinastu fýra innanhýsis dystirnar í Premier League - tveir sigrar til Liverpool og tveir javnleikir. Seinast United vann var 10. mars í 2018, tá Marcus Rashford skoraði tvær ferðir á Old Trafford.
Mynd: EPA
Spenningurin er stórur, kjak og prik millum fjepparar hjá arvafíggindunum er at síggja á sosialu miðlunum og í ymsum rúmum, og tað er eingin ivi um, at dysturin hevur stóran týdning. Fyrsta bríksl á Anfield verður klokkan 16.30.
Í løtuni royna Tottenham og Jose Mourinho at nærkast oddaliðunum, og liðið er longu komið á odda í Sheffield. Í kvøld kann City koma uppá 35 stig - Leicester vann í gjár týdningarmiklan sigur, tað gjørdi Chelsea eisini. Í botninum fingu Brighton og West Bromwich trý týdningarmikil stig hvør.
Premier League 19. umfar
17.01
14.00: Sheffield United - Tottenham (0-1)
16.30: Liverpool - Manchester United
19.15: Manchester City - Crystal Palace
Úrslitini í gjár - 16.01
Wolves - West Bromwich 2-3
Leeds - Brighton 0-1
West Ham - Burnley 1-0
Fulham - Chelsea 0-1
Reytt kort: Antonee Robinson (Fulham - 44')
Leicester - Southampton 2-0
Støðan
1. Manchester United 36 stig (17 dystir)
2. Leicester 35 stig (18 dystir)
3. Liverpool 33 stig (17 dystir)
4. Manchester City 32 stig (16 dystir)
5. Everton 32 stig (17 dystir)
6. Tottenham 30 stig (17 dystir)
7. Chelsea 29 stig (18 dystir)
8. Southampton 29 stig (18 dystir)
9. West Ham 29 stig (18 dystir)
10. Aston Villa 26 stig (15 dystir)
11. Arsenal 24 stig (18 dystir)
12. Leeds 23 stig (18dystir)
14. Crystal Palace 23 stig (18 dystir)
14. Wolves 22 stig (19 dystir)
15. Newcastle 19 stig (17 dystir)
16. Brighton 17 stig (19 dystir)
17. Burnley 16 stig (17 dystir)
18. Fulham 12 stig (17 dystir)
19. West Bromwich 11 stig (18 dystir)
20. Sheffield United 5 stig (18 dystir)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald