- Eg vil fegin halda fram, tí eg her havi ein hóp, sum tímir at venja. Spælararnir eru øgiliga móttakiligir fyri at menna tað, sum teir longu duga rættiliga væl. Og so er tað altíð spennandi at hava ungar spælarar, sum gjarna vilja røkka einum hægri máli
Hetta sigur Ingi Olsen, sum í kappingarárinum førdi hoyvíkskvinnur til gull í steypakappingini, við h71.fo. Í landskappingini gekk ikki heilt sum ætlað, tí hóast H71 vann grundspælið og harvið fekk evropeiskt pláss, so eydnaðist ikki at koma í finaluna. StÍF vann báðar hálvfinalurnar, og harvið noyddust hoyvíkskvinnur at taka til takkar við bronsuheiðursmerki. Hetta kann tó betrast komandi ár, væntar venstmenningurin
– Tað var so lítil munur í FM-hálvfinalunum, sum tað kundi vera, so leggja vit eitt lítið sindur betur frá landi og eru eitt lítið sindur neyvari, kann meira fáast burturúr. Eg trívist, har sum spælararnir trívast, so tí vil eg halda fram í Hoyvík, og eg síggi fram til at arbeiða saman við Mark, sum hevur øgiliga góðar eginleikar sum venjari.
Mark Lausen-Marcher (t.h), her saman við Simon Olsen, sum hedur fram sum venjari hjá besta mansliðnum hjá H71 (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)
Hallur Danielsen verður ikki partur av venjaratoyminum komandi kappingarár (Mynd: Sverri Egholm)
Mark, sum Ingi sipar til, er Mark Lausen-Marcher. Hann er ikki nakað óskrivað blað í H71-høpi, tí í fimm ár var hann knýttur at felagnum sum bæði spælari og venja. Fyri hálvum øðrum ári síðani fór í starv hjá Hondbóltssambandinum sum samskipari við serligum atliti at ítróttarliga partinum av virkseminum, herundir bæði landsliðs- og breiddarhondbólti. Heimasíðan hjá felagnum skrivar í dag, at Mark skal avloysa Hall Danielsen, ið gevst í venjaratoyminum eftir nógv ár
– Nú havi eg tað soleiðis, at eg kundi eisini hugsað mær at havt onkra meira regluliga venjarauppgávu, og tá ið møguleikin kom at venja H71-kvinnurnar saman við Inga, helt eg tað vera eitt gott hugskot. Hetta passaði væl til tað, eg havi brúk fyri og er eisini eitt spennandi prosjekt, sum eg fegin vil vera partur av, sigur Mark Lausen-Marcher við heimasíðu felagsins
Neistin og StÍF dystast í løtuni um FM-heitið hjá kvinnum. Har stendur á jøvnum 1-1 í finalum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald