Annað

Innandura fótbólturin gevur sosiala samveru

So við og við gerast teir fleiri í talið og allir gleða teir seg til at koma í gongd. Tilsamans møttu átta leikarar til dyst.

Jógvan í Skorini, Oddur Ejdesgaard, Ólavur Zachariassen, Jan Eidesgaard og Jógvan Olivur Kallsoy.
Niðast frá vinstru: Hávarður Joensen, Páll Bjarkason og Atli Simonsen

Jógvan í Skorini, Oddur Ejdesgaard, Ólavur Zachariassen, Jan Eidesgaard og Jógvan Olivur Kallsoy. Niðast frá vinstru: Hávarður Joensen, Páll Bjarkason og Atli Simonsen

2021-02-26 18:21 Author image
Martin Kristoffur Kristiansen
placeholder

Á vetri í 1999 varð spakin settur í, til útbygging av skúlanum á Eiði. Við í ætlanunum var ein stór ítrottarhøll. Høllin stóð klár í 2003 og tað var beinanvegin, at áhugi var fyri at nýta hana til ymisk innandurða ítriv.
Millum tey fyrstu var ein bólkur av Eiðis og Sundalagsmonnum, sum høvdu fyri eyga, at spæla innandurða fótbólt.

Mánakvøld er og tað merkir, at menn geva sær stundir til eitt sindur av innandurða fótbólti. Klokkan fer nakað av 21:00 áðrenn tann fyrsti leikarin møtir. So við og við gerast teir fleiri í talið og allir gleða teir seg til at koma í gongd. Tilsamans møttu 8 leikarar til dyst.

Nakað mátti bíðast við upphiting, av tí at gentirnar hjá EB riggaðu av. Danski venjarin hjá EB helt skemtiliga fyri, at nú máttu tey skunda sær, tí at tær reikandi fiburspreingingarnar skuldu framat. Eftir hetta fóru fyrireikingarnar í gongd. Tann rætti bólturin skuldi finnast og vøddarnir skuldu strekkjast eina seinastu ferð áðrenn liðini brustu saman.

Liðini vóru blandaði soleiðis, at bæði ungir og eldri vóru í parti. Tað liðið, sum fyrst fekk fimm mál vann dystin. Vanligt vera áleið 4 dystir leiktir.

[object Object]Fyrrverandi borgarstjórin umhugsar hvagar bólturin skal fara

Málini vóru nógv í talið og undirhaldsvirði var stórt. Mangan rungaði eftir í, tá ið bólturin brast í netið og eisini kom tað fyri, at bresturin var ein avleiðing av, at leikarar offraðu seg, til tess at bólturin ikki skuldi fara í mál.

[object Object]52 ára gamli aldursforsetin hvílur seg eftir fleiri spurtar. Oddur Ejdesgaard hevur verið við líka frá byrjan í 2003

Ìtrottur hevur frá fyrstan tíð verið ein eftirlíkning av kríggji. Heilt upprunaliga var fótbóltur eitt miðaldar spæl úr Onglandi, har tað snúði seg um, at fáa ein bólt frá einari bygd í arða. Lógarloysi valdaði og tað kom fyri, at fólk fóru til hendurs og lótu lív í royndini.

Tað snúði seg um viljastyrki.

Hóast einki sum so var uppá spæl hetta kvøldi og ongin fór til hendurs, sást beinanvegin, at viljin at vinna var til staðar. Rópini gingu týtt leikaranna millum og ongin smæddist burtur, tá ið boð vóru eftir teimum. Tað tyktist, at sum orkan fánaði, vaks viljastyrkin.

Viljin at vinna tók yvir og hóast sveittin rann av luttakaranum, strýddust teir fyri hvønn bólt, sum var hann tað einasta av týdningi í heiminum.

Eftir dystin gekk prátið væl og reypa var um hvør skeyt flest mál. At enda var tó bara eitt vinnaralið.

Ólavur Zachariassen, Jógvan í Skorini, Atli Simonsen og Páll Bjarkason mannaðu vinnandi liðið á hesum sinni.

Hinir kunnu troysta seg við, at komandi mánadag verður enn ein møguleiki. Møguleikin fyri at løna teimum ósigurin aftur.
Soleiðis er leikur farin fram seinastu 18 árini í ítorrarhøllini á Eiði og hóast teir eru kappingarneytar meðan dystirnir eru í gongd, so er greitt, at tað er sosiala samveran, ið spælir stórsta leiklutin.

Martin Kristoffur Kristiansen skrivaði greinina fyri Eiðis kommunu / eidi.fo

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder