Fótbóltur

Inntøkurnar hjá FSF í fjør vóru 74,5 milliónir krónur

Útreiðslurnar við stuðulsjáttanum eru tó eisini nógvar, og samlaða avlopið fyri 2024 var 670.456 krónur - nakað hægri enn í 2023.

Starvsfólkalønirnar hjá FSF vóru áljóðandi 9,1 millión í fjør. Talan er um stóran vøkstur. Sum heild sæst, at peningaupphæddirnar innan fótbólt eru vaksandi - eisini tá tað kemur til útreiðslur (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

Starvsfólkalønirnar hjá FSF vóru áljóðandi 9,1 millión í fjør. Talan er um stóran vøkstur. Sum heild sæst, at peningaupphæddirnar innan fótbólt eru vaksandi - eisini tá tað kemur til útreiðslur (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

2025-03-09 09:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tá Christian Andreasen tók við í 2010 lá ársinntøkan hjá Fótbóltssambandi Føroya um 30 milliónir krónur. Tá toftamaðurin á aðalfundinum í gjár varð aftuvaldur, varð millum annað lagt fram, at inntøkurnar hjá FSF vóru 74,5 milliónir krónur í 2024.

Peningurin frá UEFA, fyri sjónvarpsrættindi og annað er vaksin nógv seinastu árini. Men tað eru útreiðslurnar hjá Fótbóltssambandi Føroya so sanniliga eisini. Tá Óli Joensen, frá løggildigu grannskoðarafyritøkuni Januar, legði fram á Hotel Hilton í gjár, vísti hann á, at útreiðslurnar í ávísan mun fylgja við.

Talið, sum varð lagt fram, var beint undir 73,8 milliónir í útreiðslum fyri árið í fjør. Hetta merkir, at avlopið hjá Fótbóltssambandi Føroya fyri 2024 var á 670.456 krónur. Í 2023 var tað nóg illa seks siffrað, so talan er um betri ársúrslit á tann hátt.

Sí eisini: Christian Andreasen afturvaldur sum FSF-forseti

[object Object]
Óli Joensen legði ymisk tøl fram frá rokniskapinum, sum Januar hevur góðkent (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

Rinda væl meira í lønum - landsliðini kosta nógv

Í framløguni varð víst á, at lønirnar hjá FSF eru hækkaðar nógv. Uppá eitt ár var tað við beint undir einari millión, so at talið í fjør var 9,1 millión.

Starvslønirnar eru farnar upp við 2,5 milliónum uppá fýra ár. Óli Joensen vísti á, at hetta serliga er vegna "aðrar samsýningar" til venjarar, spælarar og dómarar. Tað eru eisini komin nýggj størv í FSF seinastu tíðina.

Landsliðsarbeið er millum tað, ið kostar nógv, og ein av høvuðsspostunum hjá FSF kostar meira og meira. Fyri 2024 var samlaða talið 33,7 milliónir krónur. Har er A-landsliðið við monnum nógv tyngst: Beint yvir 15 milliónur krónur.

Hetta eru umleið tíggu milliónir meira enn A-landsliðið hjá kvinnum. 2024 var tó fyrsta árið nakrantíð, at FSF nýtti meira penng uppá ungdómslandsliðini á gentusíðuni enn á tey á dreingjasíðuni - samanlagt var talið eitt sindur yvir tíggju milliónir krónur.

Víst varð á, at tað at samstarvið við Håkan Ericson og toymi endaði yvir eitt ár fyri tíð - í oktober í fjør - ávirkaði ársúrslitið.

Meira verður latið í solidaritetspeningi og stuðli

Eitt, sum Christian Andreasen vísti á í sínari formansfrágreing, var, at FSF hevur styrkt um solidaritsskipanina. Hon er vaksin til 80 prosent og eftir broytingar hjá UEFA, hevur FSF - í samráði við feløgini - syrgt fyri, at "nýggi stuðulin" er størri enn áður og ikki bert er til feløg, sum hava lið í bestu mansdeildini. Tað er annars tað, sum evropeiska fótbóltssamgongan hevði ásett.

Feløgini í fremstu mansdeildini lata beint undir 20 prosent av sínum solidartetspeningini, so tað "dryppar niðureftir". Stuðulin til feløgini var 4,6 milliónir, í mun til 3,2 milliónir í 2023.

Fýra ferðir 600.000 krónur vórðu eisini latnir til vallarverkætlanir í fjør. Talan er um sonevdna Hattrick-stuðulin, sum FSF hevur 12,2 milliónir at lata av millum 2024 og 2028.

Í fjør fóru samanlagt 2,4 milliónir til nýtt graslíki í Miðvági, Sørvági og í Klaksvík ( á Djúpumýru) umframt nýggj vallarljós á Ovara vølli í Gundadali. 

Forsetin eggjaði feløgum til at søkja, um tey skulu gera ábøtur viðvíkjandi vallarviðurskiftum.

Á aðalfundinum kom eisini fram, at væntaða ársúrslitið fyri 2025 fer at liggja á umleið 81 milliónurm krónum og einum avlopið á beint yvir milliónina - hetta um UEFA stuðlar nógv í mun til U17-endaspælið, sum verður í Føroyum í mai og sum er kostnaðarmikið. Tað er annars ikki vanligt, at Fótbóltssambandið hevur milliónayvirskot.

Rokniskapurin og ársfrágreiðingin fyri 2024 verða skjótt tøk á fsf.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder