– Tað hevur verið ein støðug menning í fimleikinum, og eru úrslitini frá hesi kappingini, eitt tað besta úrslitið hjá føroyingum nakrantíð.
Soleiðis skrivar Føroya Fimleikasamband, nú triði og seinasti dagur í Inter Island Games er farin aftur um bak.
Tað bleiv til heili 40 heiðursmerki til Føroyar – 21 gull, níggju silvur og tíggju bronsu.
– Vit kunnu tí ikki annað enn at vera stolt av framúrskarðandi góðu úrslitunum til hesa kappingina, og gleðast yvir menningina í amboðsfimleikinum. Hjartaliga tillukku við úrslitunum góðu tit, skrivar Fimleikasambandið.
Í parallel barr í gjár vann Astrid Nanley Breckmann gull, við heili 10.733 stigum, og Mia Højgaard vann silvur við 10.500 stigum. Tær báar vórðu eisini top trý í gólv, har Astrid vann gull við heili 12.200 stigum, og Mia vann bronsu við 12.00 stigum.
Astrid Nanley Breckmann og Mia Højgaard (Mynd: Føroya Fimleikasamband)
Hjá monnunum vann Aron D. Jacobsen gull í beinsveiggj, við heili 12.500 stigum, sum var heili 1.100 stig frammanfyri annað plássið. Rókur Vestergaard vann deilt silvur við 11.400 stigum. Aron vann eisini gull í ringum, við heili 12.350 stigum, sum var 850 stig framman fyri annað plássið. Og eisini vann hann gull í rekk, við 11.500 stigum.
Í parallel barr vann Bjarki Johannessen gull við heili 12.100 stigum, sum var 600 stig framman fyri annað plássið. Teitur Karbech í Hjøllum vann bronsu við 11.300 stigum. Og í lop vann Bjarki silvur og Teitur bronsu. Teitur vann eisini bronsu í gólv.
Teitur Karbech í Hjøllum, Rókur Vestergaard, Aron D. Jacobsen og Bjarki Johannessen (Mynd: Føroya Fimleikasamband)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald