Annað

IOC undir trýsti: Fleiri lond krevja at OL verður útsett

Olympisku leikirnir kunnu ikki flytast sum ein annar fótbóltsdystur, sigur Thomas Bach, forseti í altjóða olympisku nevndini.

Thomas Bach, forseti í altjóða olympisku nevndini, IOC (Mynd: EPA)

Thomas Bach, forseti í altjóða olympisku nevndini, IOC (Mynd: EPA)

2020-03-22 15:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinastu dagarnar eru fleiri ítróttafólk, sambond og lokalar olympiskar nevndir komin við atfinningum móti áltjóða olympisku nevndini (IOC), tí at OL, sum skal vera í Tokyo í juli og august, enn ikki er útsett hóast koronasmittan í løtuni ger um seg í øllum heiminum.

Olympisku nevndirnar í eitt nú Serbia, Kroatia, Noregi og Brasil hava heitt á IOC um at útseta OL.

– Japan hevur brúkt nógvar pengar uppá olympisku leikirnar, og tey halda fast við, at leikirnir skulu haldast sum ætlað. Men tað er púra skilaleyst, og vit kunnu ikki taka undir við tí, tí mannalív hava størri týdning, sigur forsetin í olympisku nevndini í Serbia, Vanja Udovic.

Forsetin í olympisku nevndini í Kroatia, Zlato Matesa, er samdur.

– Ítróttur er ikki eitt tema nú, tí tað ber ikki til at kappast. Eg meti tað vera ógjørligt at gjøgnumføra leikirnar. Eg haldi, at mann átti at útsett OL nakrar mánaðir. Tað hevði ikki verið nøkur dramatisk broyting, sigur hann.

Sambært Ritzau, sigur Thomas Bach, IOC-forseti, at tað er útilokað, at OL verður útsett.

Les eisini: IOC vil ikki útseta OL

– Olympisku leikirnir kunnu ikki flytast sum ein annar fótbóltsdystur, sigur Thomas Bach.

Tað at avlýsa OL hevði verið minst rættvísa loysnin, sum oyðileggur dreymin hjá 11.000 ítróttarfólkum, heldur hann.

Tíðindastovan Reuters sigur seg vita frá dulnevndum keldum, sum hava tilknýti til leikirnar, at IOC møguliga fer at hava ein eyka nevndarfund í komandi viku.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder