Hondbóltur

Ísak dagsins spælari hjá Savehof

Ísak Vedelsbøl og Óli Mittún skoraðu fimm mál hvør í fyrsta evropeiska sigrinum hjá Sävehof í ár. Elias og Kiel vunnu eisini og eru víðari.

Ísak Vedelsbøl heiðraður eftir ein

Ísak Vedelsbøl heiðraður eftir ein "100 prosent dyst" (Mynd: IK Savehof)

2024-10-30 08:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

4. umfar av seks í bólkaspælinum í European League varð spælt í gjárkvøldið. Fimm føroyskir landsliðsspælarar, í trimum ymiskum feløgum, spældi ein leiklut.

Samanlagt gekst best hjá IK Sävehof, har báðir teir ungu føroyingarnir gjørdu stóran mun.

20-ára gamli Ísak Vedelsbøl fekk á ein hátt sítt gjøgnumbrot í hesum dystinum. Strikuspælarin skifti til svenskan hondbólt í summar og gjørdi bart móti FH við fimm málum og sínari styrki. Ísak hevði fimm málroynir, so hann var 100 prosent, og varð føroyingurin kosin dagsins spælari hjá heimaliðnum.

19-ára gamli Óli Mittún skoraði eisini fimm mál - uppá átta málroyndir. Óli legði eisini upp til eitt í 30-26 sigrinum,

Sí dómaraseðil HER

Systkinabarnið í Kiel hevur nú spælt nakrar dystir. Í gjár vóru skotprosentini ikki heilt góð - beint undir 50 - men Elias Ellefsen á Skipagøtu skoraði trý mál og legði upp til eitt í 31-28 sigrinum. Sigurin sendi Kiel víðari. Týska stórfelagið hevur fult stigatal fyri fýra umfør.

Tað hevur Flensburg-Handewitt eisini. Harvið er liðið hjá Jóhan á Plógv eisini víðari til meginumfarið. Eins og í undanfarnu European League-dystum, spældi normaðurin Aksel Horgen allar 60 minuttirnar á høgra vongi í gjár. Jóhan verður spardur til Bundesliguna.

Valur fylgdi væl við oddaliðnum í Bundesliguni í fyrra hálvleiki í Reykjavík. Melsungen var tó omaná eftir steðgin og vann við fimm málum. Bjarni í Selvindi skoraði eitt mál uppá fýra skot - Allan Norðberg brendi sítt skot.

Sí dómaraseðil her

Stigatalvurnar síggjast HER

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder