Hondbóltur

Ísak móti Vilhelmi í European League í kvøld

Dysturin í Hannover byrjar klokkan 19.45 og sæst á Viaplay. Jóhan á Plógv Hansen spælir klokkan 16 móti liðnum hjá Nuno Farelo - sæst á TV3 Sport. Hinir føroyingarnir í kappingini sita uttanfyri.

Ísak Vedelsbøl - her í U21 HM-endaspælinum í 2023 - har hann millum annað spældi ein dyst í Swiss Life Hall í Hannover. Har spælir sterki strikuspælarin aftur í kvøld; móti millum annað Vilhelmi Poulsen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Ísak Vedelsbøl - her í U21 HM-endaspælinum í 2023 - har hann millum annað spældi ein dyst í Swiss Life Hall í Hannover. Har spælir sterki strikuspælarin aftur í kvøld; móti millum annað Vilhelmi Poulsen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-11-11 13:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

3. umfar í bólkaspælinum í European League er á skránni í kvøld, og har ímillum er ein føroyingauppgerð.

Hendan verður í Hannover, har Vilhelm Poulsen og Hannover Burgdorf taka ímóti Ísaki Vedelsbøl og IK Sävehof.

Liðini liggja ávikavist nummar 1 og 2 í bólkinum, har tvey lið koma víðari, so talan er um týðandi dyst.

Fyrsta bríksl verður klokkan 19.45 føroyska tíð, og føroyski høgri bakkurin og føroyski strikuspælarin - báðir fastir og týðandi á landsliðnum - kunnu síggjast á Viaplay.

[object Object]
Vilhelm Poulsen hevur havt fleiri fínar dystir fyri Føroyar í seinastuni (Mynd: Sverri Egholm)

Longu klokkan 16 spæla Jóhan á Plógv Hansen og Skanderborg AGF í Rumenia. Hetta er ímóti CS Minaur Baia Mare, sum Nuno Farelo er høvuðvenjari hjá. Portugisin hevur áður verið venjari hjá besta manslandsliðnum hjá VÍF.

Jóhan á Plógv Hansen spældi ein flottan dyst móti GOG um vikuskifti. Uppgerðin hjá danska og rumenska liðnum sæst á Viaplay og á TV3 Sport.

Liðini hjá Dánjali Ragnarsson, Tróndi Mikkelsen og Elias Ellefsen á Skipagøtu spæla eisini í kvøld. Sìðstnevndi verður helst spardur, meðan fyrrverandi Neista-spælararnir eru skaddir og spæla tí ikki í løtuni.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder