Annað

ÍSF á Torginum í SMS

Í samband við ABC vikuna bjóðar ÍSF til Opið Hús í heystfrítíðini.

2024-10-13 19:17 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

ÍSF verður á Torginum í SMS frá mánadegnum 14. til fríggjadagin 18. oktober frá kl. 10-18.

At vera virkin í ítrótt er at liva boðskapirnar í ABC fyri sálarliga heilsu. Og tað er staðfest, at tað kann hava týdning fyri lívsvirðið, strongdarstøðið og samlaðu heilsustøðuna hjá okkum, tá vit eru virkin saman við øðrum. Og vit vita eisini, at tann góði felagsskapurin hevur so nógv gott og fyribyrgjandi við sær.

Tí brúkar ÍSF boðskapirnar í ABC í nógvum av sínum virksemi. M.a. í sambandi við Skúlaleikir í skúlum kring alt landið.

Í heystfrítíðini bjóða ymiskar ítróttagreinar inn til hugna og spøl á Torginum í SMS. Útgerð verður sett upp, og gleða tey seg at taka væl ímóti stórum og smáum.
Eisini verður myndakrókur við alskins ítróttaútgerð, sum øll kunnu stuttleika sær við.

Øll fáa eisini eitt av vælumtóktu endurskinunum við áskriftini: “Øll skulu kenna seg sædd”.

Stovnar, barnagarðar og frítíðarskúlar eru vælkomin at hyggja framvið. Á Facebook hjá Ítróttasambandi Føroya leggur ÍSF út kunning um, hvør ítróttagrein er á Torginum hvønn dag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder