Annað

ÍSF biðið um 3,5 milliónir úr landskassanum

Inntøkumissurin orsaka av stongslinum í fjør svíðir nú svárt hjá ítróttafeløgunum, sigur Elin H. Joensen, ÍSF-forseti.

Elin Heðinsdóttir Joensen, ÍSF-forseti (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

Elin Heðinsdóttir Joensen, ÍSF-forseti (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2021-03-11 08:45 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Á fundi við Jenis av Rana, landsstýrismann, gjørdi ÍSF fyrr í vikuni greitt, at inntøkumissurin, sum føroysk ítróttarfeløg høvdu í seinnu hálvu av 2020, nú merkist av álvara.

- Vit heita staðiliga á landsstýrið um at lata ítróttinum ein hjálparpakka, so virksemið kring landið kann halda fram ótarnað, sigur Elin H. Joensen, ÍSF forseti.

- Ítróttarfeløgini gera árliga eitt stórt arbeiði fyri at savna pening inn. Til dømis við at standa sum vaktir til festivalar, við at hava bingo og tombola – og at skipa fyri tiltøkum av ymsum slagi. Men hetta lat seg ikki gera í fjør – og tann inntøkumissurin svíður nú svárt. Hesar inntøkurnar eru jú grundarlagið undir øllum virkseminum í føroyska ítróttinum, sigur Elin H. Joensen, forseti í ÍSF.

ÍSF hevur kannað fíggjarligu støðuna hjá føroyskum ítrótti, og greitt er, at tað vanta 3,5 milliónir krónur í. Hetta er peningur, sum skal brúkast til at fíggja virksemið – til dømis at rinda fyri venjarar, høli, búnar og tílíkt. Støðan er álvarsom, vísir Elin H. Joensen á.

Virðið í felagsskapinum er prógvað
Trupla støðan var mánamorgunin løgd fyri Jenis av Rana, landsstýrismann, og heitt var staðiliga á hann um at tryggja ítróttinum ein hjálparpakka á 3,5 milliónir krónur úr landskassanum.

- Farna árið hevur um nakað prógvað virðið av felagsskapinum. Vit hava av álvara fingið staðfest týdningin av, at bæði vaksin og børn kunnu røra okkum saman við øðrum undir tryggum umstøðum. Vit hava verið heppin í Føroyum, tí vit kundu stórt sæð íðka og kappast sum vant alla seinnu hálvu av 2020. Men inntøkurnar hava ikki staðið mát, tí tiltøkini, har feløgini kundu forvinna til dagliga nýtslu, vórðu avlýst, vísir Elin H Joensen á.

ÍSF staðfestir, at fundurin við landsstýrismannin var positivur, og hann tóktiskt skilja truplu støðuna, sum ítróttarfeløgini nú eru komin í. Hann kundi tó ikki lova nakað, tí enn hevur landsstýrið ikki gjørt av, hvørt fleiri hjálparpakkar verða lætnir – og tíansheldur hvør í so fall skal fáa burturav.

- Hesa vikuna fer landsstýrið ætlandi at taka eina avgerð um hesi viðurskiftini, so enn vita vit einki. Men nú kennir Jenis av Rana bæði til tørvin - og til avleiðingarnar, sum verða, um føroysk ítróttarfeløg ikki fáa fíggjarligan styrk fyri mistu inntøkuna seinnu hálvu av 2020, sigur forsetin í ÍSF.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder