Annað

ÍSF heiðrar ítróttinum

Finnast skulu Ársins Ítróttanavn, Ítróttaátak og heiðursskjal Poul E. Petersens verður avdúkað.

Torkil Veyhe er eitt av okkara fremstu ítróttafólkum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Torkil Veyhe er eitt av okkara fremstu ítróttafólkum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2018-12-28 10:57 Author image
Ari av Rana
placeholder

Ítróttasamband Føroya fer nú at heiðrað ítróttinum. Hetta verður gjørt fríggjadagin 1. ferbruar, tá ÍSF skipar fyri samkomu í Smæruni í Tórshavn. Á samkomuni verða Ársins ÍtróttaNAVN 2018, Ársins ÍtróttaÁTAK 2018 og heiðurskjal Poul E. Petersen avdúkaði.

Ítróttasambandið skrivar á heimasíðuni, at endamálið við hesum átakinum er at varpa ljós á tey, sum íðka, virka og skipa fyri í vanliga gerandisdegnum úti í ítróttafeløgunum.

Til samkomuna verður heiðursskjal Poul E. Petersens avdúkað. Heiðursskjalið verður verður givið einum persóni, sum hevur virkað fyri at fremja føroyskan ítrótt á serstakan hátt. Treyt er um at viðkomandi hevur tænt ítróttinum yvir eitt longri tíðarskeið. Øll kunnu innstilla ein persón til heiðursskjalið.

ÍSF fer eisini at kjósa eitt ítróttarligt átak, sum hevur skarað framúr í 2018 sum Ársins ÍtróttaÁTAK. Ein treyt fyri at fáa heiðurin er, at átakið styrkir, mennir og/ella nýhugsar ítróttin í Føroyum. Ein og hvør kann innstilla eitt átak til Ársins Átak.

Eisini verður Ársins ÍtróttaNAVN kosið. Hendan heiður fær eitt ítróttafólk/lið, sum hevur skarað framúr undanfarna árið. Ársins ítróttaNavn skal hava gjørt vart við seg í síni ítróttagrein á altjóða stigi. Somuleiðis skal ársins ÍtróttaNavn hava gjørt stór framstig í síni ítróttagrein og skapt frambrot í ítróttinum.

Les meira um tiltakið og sí leiðreglur, oyðubløð og annað finnast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder