Um eina viku verður finalan í EM-endaspælinum leikt. Hon verður í Stokkhólmi, og liðini í millumumfarinum stríðast í hesum døgum fyri at náa teimum báðum plássunum í gulldystinum.
Eftir dystirnar í bólki 1 í gjár er so gott sum greitt, at Spania og Kroatia fáa tæy bæði hálvfinaluplássini, ið eru uppá spæl har. Spania, ið er favorittur at koma í finaluna saman við Noreg, fekk knógva vertunum í einum góðum hondbóltsdysti, har Eysturríki í løtum í 1. hálvleiki annars var omaná.
Kroatar kundu stórfegnast í Wien í gjárkvøldið eftir dystin móti Týsklandi, ið nú so at siga hevur útspælt sín leiklut í endaspælinum (Mynd: EPA)
Kroatia vann í gjárkvøldið lykladystin móti Týsklandi, ið gjørdist sera spennandi og dramatiskur. Týskland var annars á odda við trimum eftir 1. hálvleik, har týskarar funnu loysnina til at loysa 5-1 verjuna hjá Kroatia upp. Í 2. hálvleiki gekk hetta tó ikki væl, og Kroatia og Spania mangla nú bæði eitt stig fyri at koma víðari. Greitt er, at eitt av hesum liðunum í øllum førum kemur víðari, tí tey hittast í seinasta dystinum.
Canellas og Spania megnaðu at koma framvið Eysurríki (Mynd: EPA)
Í dag skulu tey norðurlendsku liðini aftur í eldin, og grannarnir Noreg og Svøríki hittast í tí seinasta dystinum á skránnif. Fyri Svøríki hevur dysturin sera stóran týdning, tí um vertstjóðin skal hava nakran møguleika at koma víðari, so skulu tvey stig til. Seinastu dagarnir hava ikki verið góðir hjá svium. Fyrst gjørdist greitt, at fýra svenskir profilar vóru farnir ein túr á skeinkistað í Malmö mikukvøldið uttan loyvi, og fríggjakvøldið hølvaði Portugal sviar av í sama býi. Júst Portugal, ið veruliga hevur gjørt vart við seg í endaspælinum, skal nú klokkan 13 royna at kopp Íslandi og koma nærri einum hálvfinaluplássi. Ísland er í somu støðu sum Svøríki; tvey stig høvdu hjálpt sera nógv í royndini at koma í OL-undankappingina, ið londini raðfesta sera høgt.
Svøríki skal reisa seg í dag - Portugal skal royna at halda á við sama lag (Mynd: EPA)
Noreg hevur, eins og Slovenia seinni í dag, ráð at missa stig, men vil sjálvsagt byggja á sera góðu gongdina. Fríggjdagin settu norðmenn veruliga Ungarn uppá pláss - serliga í 1. hálvleiki.
Bólkur 1:
Úrslitini í gjár:
Hvítarussland - Kekkia 28-25 (13-11)
Spania - Eysturríki 30-26 (17-16)
Kroatia - Týskland 25-24 (11-14)
Støðan:
Spania 6
Kroatia 6
Týskland 2
Eysturríki 2
Hvítarussland 2
Kekkia 0
Tvey av fýra umførunum eru leikt
Bólkur 2:
Dystirnir í dag:
13.00: Ísland - Portugal
15.15: Slovenia - Ungarn
17.30: Noreg - Svøríki
Støðan:
Noreg 4
Slovenia 4
Portugal 2
Ungarn 2
Ísland 0
Svøríki 0
Trý umfør resta í
Hondbóltur
Ísland og Svøríki hava knívin á barkanum
Ísland og Portugal eru júst farin á vøllin í Malmö - vertirnir bresta saman við grannunum og gull-favorittunum í kvøld.
Toppskjúttin í EM, Sander Sagosen, og liðfelagar hansara hava higartil vunnið allar dystirnar í endaspælinum og spæla í kvøld móti Svøríki, ið stríðist fyri lívinum (Mynd: EPA)
2020-01-19 12:55
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald