EM-miðumfarið í sunnara parti av Svøríki heldur fram at hava stór sveiggj. Sunnudagin vann Íslandi við heili átta málum móti svensku vertunum, men seinnapartin megnaðu íslendingar ikki meira enn javnleik móti Sveis.
Møguleikin hjá Sveis at koma víðari var bert á pappírinum, men liðið hjá Andy Schmid stríddst allan vegin og spældi flottan álopshondbólt í undirhaldandi og inntensa dystinum.
Tað lá meira til sveisiskan sigur út á 2. hálvleik. Fleiri ferðir Ísland hevði møguleikan at minka, varð bólturin blakaðu burtur - bókstaviliga.
Tað eydnaðist tó at fáa eitt stig við, og Ísland hevði enntá bóltin seinasta sekundið og kundi avgera til 39-38. Tað gekk ov seint, og harvið triði javnleikurin í endaspælinum hjá Sveis - tann fyrsti var móti Føroyum í fyrsta dystinum.
Mynd frá fyrsta javnleikinum hjá Sveis, sum var ímóti Føroyum (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Fyri Ísland kann javnleikur móti Sveis eisini gerast ógvuliga dýrur: Nú ber ikki til hjá grannalandi okkara fyri vestan at vinna seg í hálvfinaluna við bert egnari megi: Neyðugt er við hjálp í øðrum dystum.
Tað hevði til dømis hóskað Íslandi væl, um Slovenia vinnur á Kroatia um eina løtu - so liggur tað aftur til íslendingar at avgera móti Slovenia í morgin.
Bólkur 2 - Malmö:
3. umfar - í morgin, týsdagin 27. januar
Sveis - Ísland 38-38 (19-19)
17.00: Slovenia - Kroatia (TV2 Sport/TV2 Play, RÚV)
19.30: Svøríki - Ungarn(TV2 Sport/TV2 Play, RÚV)
Støðan:
1. Ísland 5 stig *
2. Svøríki 4 stig
-----------------
3. Slovenia 4 stig
4. Kroatia 4 stig
-----------------
5 Sveis 2 stig *
6. Ungarn 1 stig
* Ein dyst fleiri
Tvey lið koma víðari úr hvørjum bólki
Sviar hava alt á egnum hondum og hava á papprínum teir lættastu dystirnar í miðumfarinum eftir - tað sæst tó, at nógv kann henda.
Dagført: 16.44
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald