Hondbóltur

Ísland vann stórsigur

Íslendingar hava framvegis møguleikan at spæla seg víðari í HM.

Bjørgvin Páll Gustavsson og íslendingar kundu fegnast um fyrsta sigurin í HM-endaspælinum
(Mynd: EPA)

Bjørgvin Páll Gustavsson og íslendingar kundu fegnast um fyrsta sigurin í HM-endaspælinum (Mynd: EPA)

2019-01-14 16:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fýra dystir eru leiktir í HM-endaspælinum seinnapartin. Talan var um tveir dystir í Danmark og tveir í Týsklandi og ein dyst í hvørjum bólki.

Ísland tapti tveir teir fyrstu dystirnar ímóti favorittunum í bólki B. Í dag var uppgávan lættari á pappírínum, og liðið vann eisini sera trygt á Bahrain. Sermerkt var, at Aron Kristjánsson stóð yvirfyri sínum móðurlandið. Hann tók yvir eftir Guðmund Guðmundsson sum íslendskur landsliðsvenjari í 2012, og varð avloystur av sama manni í 2016. 

Kristjánsson og Bahrain megnaðu ikki at gera nógv ímóti íslendska liðnum, ið tyktist vælupplagt og fekk veruliga álopsspælið at koyra. Bjørgvin Gustavsson stóð eisini sera væl í íslendska málinum, og sprellandi málverjin við langa hárinum varð valdur til besta leikari í dystinum. Gustavsson varð raktur í høvdið tíðliga í dystinum. Tað var profilurin Mohammed Habib, ið fekk reytt kort fyri hendingina, og tað viknaði um Bahrain, ið fekk eitt reytt kort afturat í seinna hálvleiki. Dysturin var merktur av nógvum útvísingum; serliga í 1. hálvleiki. 

Tað var so at siga ongantíð nakar ivi um, at Ísland fór at vinna, og Guðmundsson kundi spara fram til í morgin, og nógvir ungir leikarar sluppu at royna seg. Íslendingar skulu aftur vinna í morgin, tá ið Japan er mótsøðuliðið, og samstundis vóna, at Makedónia ikki megnar at vinna ímóti Kroatia ella Spania. Um hetta hendir, so er møguleikin har hjá Íslandi hósdagin, tá ið Makedónia er á skránni. 

Í bólki A vann Brasila á Serbia í tøttum dysti. Tunesia og Ungarn vunnu tryggar sigrar.

Bólkur A: 
Týskland 4
Frakland 4
Russland 3
Brasil 2
Serbia 1
Korea 0

Serbia - Brasilia 22-24 (11-14)
17.00: Russland - Týskland
19.30: Frakland - Korea

Bólkur B: 
Spania 4
Makedónia 4
Kroatia 4
Ísland 2
Japan 0
Bahrain 0

Ísland - Bahrain 36-18 (16-10)
17.00: Kroatia - Makedónia
19.30: Spania - Japan

Bólkur C:
Danmark 4
Norra 4
Eysturríki 2
Tunesia 2
Kili 2

Saudi Arabia 0

Tunesia - Kili 36-30 (18-15)
16.30: Norra - Eysturríki 
19.15: Danmark - Saudi Arabia

Bólkur D: 
Ungarn 5
Svøríki 4
Qatar 2
Angola 2
Argentina 1
Egyptaland 0

Ungarn - Qatar 32-26 (16-11)
17.00: Argentina - Egyptaland
19.30: Svøríki - Angola 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder