Fótbóltur

Italska felagið misti plássi í deildini hóast alt

Pro Piacenza tapti sunnudagin 20-0.

2019-02-19 11:02 Author image
Ari av Rana
placeholder

Italska felagið Pro Piacenza, sum spælir í triðju bestu deildini, og sum sunnudagin tapti 20-0 móti Cuneo, er nú tveitt úr deildini.

Felagið er í fíggjarligum trupulleika og er um at fara á heysin. Tí hevur felagið ikki ráð at gjalda leikarum og venjarum løn. Tríggjar teir seinastu dystirnar áðrenn sunnudagin møtti besta liðið hjá felagnum ikki upp til dyst. Tí var liðið dømt at tapa 3-0 teir dystirnar. Men møtti liðið ikki upp til ein fjórða dyst í kappingarárinum, varð tað tveitt úr deildini.

Tí møtti Pro Piacenza upp til dyst sunnudagin við sjey monnum. Av hesum sjey monnum var tann eini teirra 39 ára gamli fysioterapeuturin á liðinum. Á hendan hátt hildu teir, at teir ikki fóru at verða tveittir úr deildini.

Men so var ikki. Í gjár varð avgjørt, at dysturin sunnudagin verður umbroyttur til eitt 3-0 tap, tí at fysioterapeuturin ikki var skrásettur leikari og tí ikki hevði loyvi at spæla dystin. Pro Piacenza varð tí dømt at hava brotið leikreglurnar og tí dømt at tapa 3-0.

Við hesum varð felagið eisini dømt at verða tveitt úr deildini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder