Fótbóltur

Italska landsliðið flytur landsdyst úr Milano til Bergamo

Í vár var býurin hart raktur av koronafarsóttini, og verður hetta gjørt fyri at heiðra ofrini, sigur Italska Fótbóltssambandið – Hetta verður fyrstu ferð í 14 ár, at landsdystur verður spældur í Bergamo.

Stadio Atleti Azzurri d'Italia í Bergamo (Mynd: EPA)

Stadio Atleti Azzurri d'Italia í Bergamo (Mynd: EPA)

2020-09-21 14:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Italski býurin Bergamo, sum var millum teir harðast raktu í Italia, tá koronasmittan gjørdi um seg í Evropa í vár, skal vera vertur fyri Nations League dystin millum Italia og Holland í oktober.

Sambært Italska Fótbóltssambandinum er hendan avgerðin tikin fyri at heiðra farsóttarofrini í Italia.

Upprunaliga skuldi dysturin spælast í Milano 12. oktober, men Evropeiska Fótbóltssambandið, UEFA hevur givið teimum loyvi at flyta dystin.

Vøllurin í Bergamo hevur ikki pláss fyri eins nógvum áskoðarum og vøllurin í Milano, men av tí at dysturin undir øllum umstøðum skal spælast uttan áskoðarar, verður hetta ikki ein trupulleiki, skrivar Ritzau.

Stadio Atleti Azzurri d'Italia, heimavøllurin hjá liðnum Atalanta Bergamasca Calcio, varð umvælt í fjør, og er pláss fyri 21.300 áskoðarum undir vanligum umstøðum.

Hetta verður fyrstu ferð síðan 2006, at ein landsdystur verður spældur í Bergamo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder