Ítróttafeløg hava nú fingið 3,5 milliónir krónur endurgoldnar av inntøkunum, sum tey mistu orsakað av covid-19 í tíðarskeiðinum 1. juli 2020 til 31. mai 2021.
Tað boðar ÍSF frá í tíðindaskrivi.
Íalt eru tað 45 felagsskapir, sum fáa stuðul úr hjálparpakka 2, sum ÍSF søkti Uttanríkis og- mentamálaráðið um fyrr í ár.
Ítróttarfeløg kundu søkja um stuðul fyri mistar inntøkur sambært “Reglugerðini fyri stuðul til mistar inntøkur í sambandi við COVID-19 - hjálparpakki 2”, tí tiltøk vóru avlýst ella nógv avmarkað sum ein avleiðing av almennu covid-19 tilmælunum.
49 felagsskapir søktu um íalt 5,7 milliónir krónur. Sambært reglugerðini høvdu 45 felagsskapir rætt til stuðul á samanlagt umleið 3,9 milliónir. Sostatt var neyðugt at tillaga stuðulsútgjøldini soleiðis, at felagsskapirnir íalt hava fingið játtað 400.000 krónur minni, enn tey søktu um.
Í fjør fingu 43 ítróttafeløg 4 milliónir krónur úr hjálparpakka 1 fyri mistar inntøkur tíðarskeiðið 12. mars til 30. juni 2020.
Í yvirlitinum sæst, at tey ítróttafeløg, sum hava fingið mest eru hesi: H71 250.000 krónur, Tvøroyrar Bóltfelag 241.707 krónur, Víkingur 186.791 krónur, Argja Bóltfelag 172.229 krónur Ítróttafelag Fuglafjarðar, fótbóltur 160.373 krónur og Fimleikafelagið Støkk 157.073 krónur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald