Annað

Ítróttahúsið á Svangaskarði skal umvælast

Býráðið í Nes kommunu hevur samtykt at taka av tilboði um at skifta restina av gomlu vindeygunum í ítróttahúsinum á Svangaskarði.

(Mynd: Nes kommuna)

(Mynd: Nes kommuna)

2024-02-27 07:08 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Á seinasta býráðsfundi í Nes kommunu varð samtykt at taka av lægsta tilboðnum, sum var frá Allan við Rætt og Pól á Sondum, um at skifta restina av gomlu vindeygunum í Ítróttahúsinum á Svangaskarði. 

Arbeiðstakarasáttmáli er undirskrivaður, og farið verður undir arbeiðið fyrsta dagin.

Arbeiðið við at skifta vindeyguni byrjaði annars á sumri í fjør, tá ið KBH skifti ein part.

Umvælingar og útbyggingar eru annars gjørdar í ítróttahúsinum og við vøllin á Svangaskarði seinastu árini.

Venjingarrúmið er útbygt og nýggjur útbúnaður útvegaður. Køkurin er umbygdur og nútímansgjørdur.

Seinasta heyst varð farið undir at seta upp nýggjar ljósmastrar. Høvuðsarbeiðið er liðugt, og nú verður arbeitt við at gera seinastu stillingarnar.

Í løtuni arbeiðir Nes kommuna við at fyrireika bygging av einum skýli við vøllin. Nærri verður at frætta um hetta seinni í vár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder