Fótbóltur

Ivasamt um Teitur spælir í ár

Teitur Olsen hevur verið ein av berandi kreftunum hjá TB seinastu árini.

Mynd: bolt.fo

Mynd: bolt.fo

2019-03-07 23:18 Author image
Ari av Rana
placeholder

Enn er óvist um 23 ára gamli Teitur Olsen hjá TB spælir við í ár.

Teitur er ein av berandi kreftunum hjá TB og hevur verið tað seinastu árini. Men enn hevur hann ongan venjingardyst spælt í ár.

Bolt.fo skrivar, at tað er ein møguleiki fyri at Teitur als ikki verður at síggja á fótbóltsvøllinum hetta kappingarárið.

Heimasíðan hjá TB skrivar at Teitur ikki verður við sunnudagin, tá AB kemur á vitjan.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder