EB/Streymur boðar í dag frá, at felagið og Jákup Martin Joensen hava undirskrivað nýggjan sáttmála, sum er galdandi fyri kappingarárið 2021, og sum verður hansara triðja ár sum høvuðsvenjari hjá EB/Streymi.
Í fjør endaði EB/Streymur á 9. plássi við 18 stigum - tá var eingin niðurflyting. Árið framamnundan Jákup Martin Joensen kom (2018) fekk EB/Streymur 21 stig og endaði nummar átta. Nú tvey umfør eru eftir av hesum kappingarárinum er EB/Streymur á 7. plássi við 23 stigum og hevur møguleikan at taka 6. plássi frá ÍF. Liðið hjá Jákup Martini hevur dystir móti Skála og AB, liðunum sum stríðast móti niðurflyting eftir.
EB/Streymur fegnast um menningina:
- Í ár hevur verið arbeitt miðvíst við at stabilisera felagið og liðið, og hetta má sigast at hava eydnast væl. Liðið hjá okkum er í stóran mun mannað við ungum, lokalum leikarum, og við hesum er grundarlagið lagt, sum vit skulu byggja omaná komandi ár.
Felagið boðar frá, at í løtuni verður arbeitt við at manna venjaratoymið, sum Jákup Martin skal hava afturat sær. Her kemur sum skilst onkur afturat í mun til í ár. Arnar Dam og Arnbjørn Hansen eru hjálparvenjarar í ár.
Vit ynskja Jákup Martini og felagnum tillukku við sáttmálanum og góða eydnu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald