Eftir eina drúgva og flotta tíð sum málverji á landsliðnum, uttanlands - í Danmark, Noreg og Skotlandi - og í føroysku kappingini, hevur Jákup Mikkelsen verið nógv málmansvenjari hjá millum annað FSF.
Har var Jákup málverjumennari og málmansvenjari á A-landsliðnum hjá monnum til fyrr í ár.
Klaksvíkingurin hevur eisini roynt seg sum hjálparvenjara hjá Betrideildarliðnu í barndómsfelagnum og sum hjálparvenjara, umframt høvuðsvenjara eitt skifti, í ÍF.
Nú tekur Jákup Mikkelsen við sum málmansvenjari og hjálparvenjari í EB/Streymi. Hesum boðaði felagið frá á Facebook-síðu sínari í gjárkvøldið.
- 54 ára gamli, Jákup Mikkelsen, legst afturat í venjaratoyminum hjá EB/Streymi, bæði sum hjálparvenjari og málmansvenjari. Jákup hevur A-venjaraútbúgving og hevur fitt av royndum í venjarayrkinum.
Harvið skal fyrrverandi málverjin hjálpa Sigfríði Clementsen á Eiði. Teir báðir vunnu FM saman við B36 í 2005 og steypakappingina árið eftir. Hesi árini gjørdi B36 eisini hol í sjógvin í Evropa; kom víðari bæði árini og slóðaði harvið fyri hjá føroyskum feløgum.
Arnbjørn Hansen og Niels Pauli Danielsen vóru hjálparvenjarar hjá Sigfríði Clementsen júst farna kappingarár. Sum skilst skal síðstnevndi eftir ætlan spæla meira í 2025 - hevur verið skaðadarvaður í ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald