- Vit kunnu ikki vera nøgdir við hendan dystin. Vit arbeiða hart men ikki nóg klókt og vanta dirvi í spælinum. Eru á odda í steðginum men tað er ikki uppiborið - tað hongur betri saman hjá Skála. Tað er tó gleðiligt, at vit fáa stig hóast vit ikki spæla væl.
Soleiðis tekur Jákup á Borg stutt saman um 1-1 dystin á Skála í gjár, tá Portalurin fekk orðið á B68-venjaran í ítróttarhøllini á Skála. Rímiliga nøgdir við úrslitið, hóast B68 var frammanfyri til 83. minutti, men ikki nøgdir við spælið. Hjá Jákupi Jakobsen, liðformanninum hjá Skála, var tað eisini ein blandað kensla.
- Tá man er aftanfyri, er tað altíð gott at fáa eitt stig, um ikki annað. Men eg haldi, at vit hava uppiborið betri í dag (...) spæla væl og skapa støður men lata ov lætt mál inn. Hetta hevur verið eitt sindur søgan í nøkrum dystum. Tað noyðast vit at betra til seinnu hálvu.
16. umfar í Betrideildini hjá monnum
Í gjár, mikudagin 03.07
Skála ÍF - B68 1-1 (0-1)
19' Bárður Ólavsson Jensen (Fríði í Túni Petersen)
83' Carlos Ferreira (Jákup Jakobsen)
Sí meira um dystin her
Støðan Betri deildin menn
1. Víkingur 42 stig
2. HB 39 stig
3. KÍ 33 stig
4. NSÍ 25 stig
5. B36 22 stig
6. 07 Vestur 21 stig
7. Skála ÍF 14 stig
8. B68 11 stig
9. EB/Streymur 7 stig
10. ÍF 3 stig
Ein dyst fleiri
Les eisini: Fingu hvør sítt stig á Skála
Skála verður í minsta lagi fýra stig omanfyri niðurflytingarstrikuna, nú liðini fara í summarsteðg - EB/Streymur og ÍF spæla leygardagin. Sum uppflytari er tað ikki heilt av leið, men eftir eina góða byrjan hevur tað ikki gingið nóg væl seinastu tíðina hjá Skála, sigur Jákup Jakobsen.
- Rímiliga væl nøgdur samanlagt við fyrsta partin av kappingarárinum. Fyrra hálvan av hesari hálvuni var góð, men seinastu dystirnar hevur tað samanlagt slett ikki verið nóg gott. Tað er serliga tað við verjupartinum, ið skal betrast, staðfestir royndi miðverjin. Skála skal eisini vísa tað, at man er "grammur" og til reiðar at geva øllum liðum ein dyst, sigur Jákup at enda við Portalin.
31-ára gmali Jákup Jakobsen (t.h.) hevur nú spælt yvir 200 dystir í Betrideildini (Mynd: Skála ÍF)
Sí eisini: Skála skal hava ein nýggjan áleypara
B68 hevur fingið stig í fýra av sínum seinastu fimm dystunum og hetta broytir kensluna og fyritreytirnar nógv, staðfestir Jákup á Borg. B68 vann ikki tey fyrstu 11 umførini, men høvuðsvenjarin heldur, at liðið gjørdi nógv ting rætt uttan at fáa úrttøku - at man skapti nógv uttan at skora. Nú hyggur liðið á 8. plássið frameftir.
- Eg havi fleiri ferðir sagt, at hepnið fylgir teimum, sum søkja tað, og tað síggja vit móti HB seinast og eisini partvíst í dag. Tað er ikki so løgið og óvæntað, at vit eru í botnstríðnum. Vistu at tað fór at verða trupult, tá vit skerdu fíggjarætlanina nógv og mistu fleiri stuðulsspælarar í vetur. Tó kunnu og skulu vit gera ymiskt betri. Haldi at vit hava víst, at vit kunnu vera við og haldi eisini at B68 er so mikið gott, at man framvegis skal megna at vera í deildini í 2025, sigur Jákup á Borg at enda.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald