
Tbilisi, Georgia (Portalurin): Tað var krossbandið hjá Patriki Johanensen, ið slitnaði fyri beint yvir tveimum árum síðani í Íslandi.
Tvøramaðurin fekk ikki heilt fótafesti í Breiðablik eftir afturvendanina í fjør. Áleyparin spældi í løtum í trimum venjingardystum fyri Føroyar (tveir í juni og ein í november)
Nú er hann tó aftur fyri fullum útblástri. 29-ára gamli orkuríki og ágangandi spælarin hevur verið flúgvandi fyri KÍ hetta kappingarárið, og er hann á veg at vinna FM við felagnum aftur. 14 mál í 15 dystum sambært FaroeSoccer, og nú er heilt rætta tíðin at veruliga koma inn á landsliðið aftur, heldur hann.
Patrik Johannesen í regninum í Georgia í kvøld - undir liðini á Halli Hansson sum eisini skifti til KÍ eftir ein krossbandsskaða (Mynd: Sverri Egholm)
Sí eisini: Myndir: Oysregn, tora og taktikkur í Tbilisi
Hjá Jákupi Biskopstø Andrasen var tað fóturin, sum órógvaði so at siga alt 2024. KÍ-liðformaðurin hevur ikki spælt ein landsdyst síðani november 2023 (Albania 0-0), men nú er hann aftur.
- Fóturin og kroppurin sum heild skulu venja seg við tað aftur, men eri við at koma meg heilt, staðfesti 27-ára gamli klaksvíkingurin.
Jákup hevur aftur prógvað sín týdning fyri KÍ - nú skal hann í gongd aftur á landsliðnum.
Jákup Biskopst Andrasen millum Jóannes Kalsø Danielsen og Páll Andrasson Klettskarð á veg tl venjing í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)
Báðir spælararnir hava 24 skrásettar A-landsdystir. Hoyr teir ovast í greinini
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald