Sum 15 ára gamla fór hann, eftir eina rúgvu av málum í ungdómsdeildunum, til FC Midtjylland at royna seg. Har fekk hann ongan dyst á besta liðnum, men var leigaður út í trimum førum: Til Thisted og Skive í næstbestu deildini, og síðani meira enn eitt hálvt ár hjá FH.
Har spældi Jákup Ludvig Thomsen, til hann fekk ein álvarsaman knæskaða í fjør. Síðani hevur hann stríðst við at vant uppaftur, og nú nærkast spakuliga, til hann kann vera á vøllinum aftur. Jákup segði við bolt.fo mánadagin, at tað kann ganga útvið eitt heilt ár, til hann er tøkur aftur.
Fyri stuttum endaði samstarvið við FC Midjylland, eftir at partarnir gjørdust samdur um at slíta tað tvey ár fyri tíð. Mánadagin váttaði áleyparin fyri bolt.fo, at hann fer at verða knýttur at einum føroyskum felagið.
Í kvøld hevur HB so kunngjørt, at Jákup aftur verður at síggja í reyðum og svørtum. Hann hevur ongantíð spælt vaksnamannafótbólt við barndómsfelagnum.
Jákup Thomsen í dysti á Malta (Mynd: Sverri Egholm)
Jákup Thomsen hevur verið fastur fúsur á øllum landsliðunum uppeftir. Nú 22-ára gamli áleyparin spældi 16 U21-landsdystr og skoraði tvey mál. Á A-landsliðnum hevur hann spælt tríggjar ferðir - tvær ferðir er hann byrjaður inni á Malta, og í EM-undankappingar dystinum fyr sløkum ári síðani skoraði hann føroyska málið í 2-1 ósigirinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald