Annað

Jan Müller vann Lions Cup Suðuroy

Opin kapping í billard var á Tvøroyri farna vikuskiftið.

2023-10-05 09:57 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Ársins útgáva av Lions Cup Suðuroy bleiv um vikuskiftið hildin á Tvøroyri. Kappingin er ein einstaklingakapping í billard, sum síðan 2018 hevur verið hildin á Tvøroyri, í hølunum hjá Tvøroyrar Billardfelag.

Serligt fyri hesa kappingina er, at tað er frí tilmelding fyri allar leikarar, sum frá undanfarna kappingarári hava havt eitt miðaltal upp til 15,00.

11 leikarar høvdu meldað til kappingina, og vórðu teir býttir í tveir bólkar á ávíkavist fimm og seks. Í bólkaspælinum spældu allir móti øllum, har tað í hvørjum dysti vórðu spæld 10 umfør.

Víðari úr bólki 1 komu Bjarni Thomsen og Óskar Eiríksson, og víðari úr bólki 2 komu Hans Jákup Kollsker og Jan Müller.

Hæddarpunktið frá bólkaspælinum var flotta serian upp á 186 eygu, sum Hans J. Kollsker fekk í dysti móti Henrik Sommer.

Í hálvfinalunum møttust Bjarni Thomsen og Jan Müller, meðan Hans Jákup Kollsker spældi móti Óskari Eiríksson. Her eydnaðist tað Jan og Óskar at spæla seg víðari til finaluna, meðan Bjarni og Hans Jákup máttu spæla um triðja plássið.

Ársins finala verður neyvan kend fyri góða billardspælið. Heldur var tað spenningurin og orkan, sum spældi inn, eftir ein langan dag við nógvum dystum, har tveir havnarmenn skuldu berjast um, hvør av teimum slapp at taka stóra steypin norður við aftur um Suðuroyarfjørð.

Tá ið avtornaði, varð tað tó Jan Müller, sum hevði munin, og gjørdist vinnari av kappingini, eftir at hann í finaluni vann 138-78 móti Óskari.

Dysturin um triðja plássið endaði 160-104 til Hans Jákup móti Bjarna.

Hægsta miðaltal í kappingini hevði Hans Jákup Kollsker við 16,86 eygum í miðal. Vinnarin, Jan Muller, fekk 13,25 eygu í miðal.

Luttakarar í kappingini vóru:
Óskar Eiríksson, Jan Müller, Hans J. Kollsker og Jákup Nolsøe úr Havnar Billardfelag
Hugin Albinus, Dánjal Olsen, Rókur Dimon og Bjarni Thomsen úr Tvøroyrar B, illardfelagFlemming Isaksen úr Klaksvíkar Billardfelag, Henrik Sommer og Ken Olsen úr Skálafjarðar Billardfelag 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder