2019-08-13 14:43
Føroysku U17-kvinnurnar endaðu á 5. plássið í EM-kappingini, sum hevur verið í Tbilisi í byrjanini í august.
Les meira: Føroyar vunnu sær 5. plássið í stórum stíli
Sum vanligt er í slíkum kappingum, er eitt All Star-lið sett. Ein serstøk nevnd av evropeiskum hondbóltsserfrøðingum hevur valt hetta liðið, og miðjan, spælskiparin á tí, er Jana Mittún.
Hon spælir til dagliga við H71, og í Georgia hevur hon víst sínar dygdir. 46 mál í 6 dystum, har Jana fleiri ferð hevur víst sína gjøgnumbrotsmegi, spælskil og góðu skot.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald