
Leikluturin hjá Føroyum til endaspælið í Sveis er av, men føroyska fingramerki stendur sterkt eftir í St. Jakobshalle og í økinum kring har. Tað er bæði spælarum og fjepparum at takka.
Sí eisini: Mie Højlund: - Stóra virðing fyri føroyingum
Føroysku avrikini síggjast eisini aftur á topp-listunum hjá EFH fyri fleiri "bólkar".
Jana Mittún er tann føroyingurin, sum "toppaði" ein lista fyri bólkaspæli og er 21-ára gamla hoyvíkskvinnan næstovast á einum lista. Tann fyrri er upplegg, har Jana eftir trý umfør hevði flest: 20 fyri tríggjar dystir (nærum sjey í miðal)
Hetta er ógvuliga flott tal hjá bakspælaranum, sum er triðfremst á listanum fyri upplegg í fremstu donsku deildini.
Jana Mittún er nú yvirhálað á assist-listanum av slovensku Tjasa Stanko, sum nú hevur spælt ein dyst fleiri. Júst Stanko er langt fremst á listanum yvir "málstig" (mál + upplegg). Hon hevur heili 49, og eftir at Sveis hevur spælt sín fjórða dyst er Jana Mittún á javnsettum 3. pláss við sveisisku Tabia Schmid. Eftir bólkaspælið var nummar 77 hjá Føroyum á 2. plássi við 34 málstigum.
Jana kundi væl havt fleiri mál. Hon brendi ov nógv móti Danmark (níggju skot) og eisini heldur nógv móti Kroatia. Tað liggur tó ógvuliga nógv á framvegis unga Viborg-spælaranum, sum nýtur nógv orku í bæði álopi og verju hjá Føroyum.
Jana Mittún í gjøgnumbroti móti Danmark. Tað hilnaðist ikki nóg væl hjá henni við skotum í seinasta dystinum (Mynd: Sverri Egholm)
Pernille Brandenborg tekur eisini nógv á seg í báðum endum av vøllinum. Helst samanlagt besti føroyski spælarin í kappingini hevði eisini fitt av málstigum. Strikuspælarin er framvegis á javnsettum 5. plássi yvir mál í kappingini við 21 málum. Seks av hesum vóru við brotskøstum.
Í seinasta dystinum móti Danmark skoraði Pernille Brandenborg heili 10 mál (Mynd: Sverri Egholm)
Føroysku málverjararnir stóðu eisini ógvuliga væl í Sveis, og Annika Fríðheim Petersen hevði eftir bólkaspælið 28 bjargingar og eitt bjargingarprosent á 42 prosent. Hetta er framvegis ovarliga á EM-listanum - serliga ta seinna.
Rakul Wardum bjargaði fýra av teimum níggju brotskøstunum, sum hon stóð til og eru hetta heilt góð tøl - næstbest í endaspælinum í bólkinum sum eitur brotskastsbjargingar. Sum heild spældi Ringkøbing-málverjin eitt flott fyrsta EM-endaspæl.
Sí eisini: - Vit hava upplivað nakað fantastiskt her (Rakul)
Rakul Wardum eftir ovurhonds umráðandi brotskastbjargingina seint í dystinum móti Kroatia
Tá hevði Annika Fríðheim Petersen ein frálíkan dyst við 17 bjargingum - her fegnast føroyska málverjutoymið saman (Myndir: EHF)
Til stuttleikar kann eisini nevnast, at Turið Arge Samuelsen er skrásett fyri triðhægsta sprint higartil í endaspælinum (28,5 km/t). Havnarkvinnan fyllir 30 ár áðrenn nýggjár og gevst nú á landsliðnum - men hon er kropsliga ógvuliga væl fyri til hondbólt á høgum stigi enn.
Sí eisini: Turið takkar fyri á landsliðnum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald