Hondbóltur

Jana Mittún var besti málskjútti og dagsins spælari

Níggju mál, sjey upplegg og full ferð á: Føroyski spælskiparin spældi ein stóran dyst, tá Føroyar tóku stórt fet móti HM-endaspælinum. Fleiri aðrar tóku ábyrgd.

Jana Mittún fegnast um eitt av sínum málum - tað var serliga í 2. hálvleiki, at Viborg-spælarin var í hopla (Mynd: Sverri Egholm)

Jana Mittún fegnast um eitt av sínum málum - tað var serliga í 2. hálvleiki, at Viborg-spælarin var í hopla (Mynd: Sverri Egholm)

2025-04-09 23:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hon skuldi taka ábyrgd í serliga álopskenda spælinum, og tað gjørdi Viborg-spælarin sanniliga eisini móti Litava í kvøld. Serliga var tað í 2. hálvleiki, har Jana Mittún so at siga fekk alt at rigga.

Í 1. hálvleiki brendi nummar 77 trý skot, men Jana Mittún spældi annars stórt sæð uttan mistøk.

21-ára gamla hoyvíkskvinnan skoraði níggju mál uppá 12 skot (seks av seks í 2. hálvleiki) og hevði fleiri góðar fríspælingar. Sambært Handballstatz var talan um sjey upplegg og harvið samanlagt 16 "málstig", umframt okkurt vunnið brotskast.

Jana varð eftir dystin kosin dagsins spælari hjá Føroyum.

Sí eisini: Jana Mittún: - Eg eri næstan málleys um stuðulin (Video)

[object Object]
Karin Egholm og Maria Nólsoy - ungar og ógvuliga vælspælandi (Mynd: Sverri Egholm)

Maira Pálsdóttir Nólsoy er eitt ár yngri men spælir eisini í fremstu donsku deildini, har hon er í rívandi menning. Hetta var ein av heilt góðu landsdystunum hjá Mariu: Seks mál uppá átta skot og fýra uppløgg vóru lyklatølini í álopspartinum,

Martita Mortensen kom inn seinastu løtuna og skoraði flott uppá síni trý skot, Fríða Nolsøe Olsen vísti seg væl fram í sínum fyrsta kappingardysti, og 19-ára gamla Karin Egholm skoraði trý av fýra skotum av høgra vongi.

Í verjustøðu eru ikki ikki so lætt at hyggja uppá hagtøl, men føroyska miðverjan við Pernille Brandenboeg og Brynju Høj var stóra partin av dystinum ógvuliga stinn, og spælararnir rundanum um arbeiddu hart og sum oftast rætt. Tá Føroyar fingu tamarhald á hesum partinum, so fekk liðið eisini tamarhald á dystin.

Fyrri HM-play off dysturin (røkkstøkkdystur)
Mikudagin 9. apríl við Tjarnir
Føroyar – Litava 36-26 (15-11)

Føroysku málskjúttarnir:
Jana Mittún 9 mál - dagsins spælari og flest upplegg eisini (7)
Maria Pálsdóttir Nólsoy 6 mál
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 4 mál
Marita Mortensen 3 mál
Karin Egholm 3 mál
Pernille Brandenborg 3 mál
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 3 mál
Rannvá Olsen 2 mál
Fríða Nolsøe Olsen 2 mál
Elsa Egholm 1 mál

Føroyar høvdu ikki nógvar bjargingar í kvøld. Tað komu ikki heilt nógv skot ímóti, men oftast vóru tað langskot og hesi fingu Rakul Wardum og Silja Müller ikki heilt fatur á. Rakul kom tó innaftur og hevï eina fína løtu í seinna helmingi av 2. hálvleiki - millum annað við einari duppultbjarging.

Bjargingar: 
Rakul Wardum 5 - 23 skot (22 prosent)
Silja Arngrímsdóttir Müller 1 - 9 skot 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder