Hondbóltur

Jana Mittún varð toppskjútti í sterkum liðavriki

Profilarnir gingu á odda í Reykjavík og ungir spælarar - við ongum ella lutfalsliga lítlum A-landsliðsroyndum gjørdu bart í avgerandi løtum.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2025-10-15 23:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Reykjavík, Ísland (Portalurin): Man vinnur ikki ein slíkan útidyst, sum føroysku kvinnurnar gjørdu í kvøld, uttan nøkur flott einstaklingaavrik og eitt samansett liðavrik.

Føroyar høvdu bæði í 1. umfari í EM-undankappingini - nøkur tøl síggjast niðanfyri.

Nakað, sum ikki sæst í júst hesum tølunum, er at toppskjúttin hjá Føroyum lyfti sítt spæl nógv út á dystin. Eftir at tað var heldur óruddiligt hjá Janu Mittún fyrstu løtuna, spældi Viborg-profilurin ein framúr dyst. Og umframt 7 mál, harav flott einstaklingamál sóust. vóru nøkur góð upplegg. Serliga eini tvey til Pernille Brandenborg.

Strikuspælarin var aftur sera stinn, hóast tveir stórar brendar møguleikar. Liðskiparin tók eisini stóra ábyrgd í miðverjuni, og tað gjørdi Lív Bentsdóttir Zachariasen av álvara eisini. 23-ára gamla hoyvíkskvinnan hevur verið gjøgnum krossbanskaða, men í kvøld vísti Lív sanniliga sínar dygdir - umframt allar røttu verjustøðurnar eitt gott kontramál.

Tað gjørdi Súna Krossteig Hansen so sanniliga eisini. Kviki bakspælarin følir nú einki til skaðan í fótinum, og Súna hevur tá stórt virði fyri landsliðið - bæði í verjustøðum og í álopinum saman við Janu og Mariu Pálsdóttir Nólsoy. Tær tríggjar fingu saman nógva ferð og góðsku í stóran part av 2. hálvleiki.

Maria Halsdóttir Weyhe gjørdi sítt í sínari afturvendan til landsliðið, tá hon køld skuldi inn at skjóta brotskast. Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe og Rannvá Olsen brendu onkrar møguleikar, men vísti sinnisliga styrki við at ávikavist skora frekt brotskast og gott vongmál í avgerandi løtu - umframt hetta hevði Rannvá tvey týðandi "steals" í verjuni. Har var serliga tað fyrra flott. Hinumegin hevði hin vestmannakvinnnan, Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, eisini nógvar góðar verjustøður, áðrenn unga Karin Egholm tók yvir.

Rakul Wardum gjørdi sítt saman við verjupartinum í 1. hálvleiki. Tá hon ikki fekk fatur nakað inn í 2. hálvleik kom 18-ára Gylta Djurhuus á Neystabø inn og hevði tríggjar týðandi stórbjargingar í søguliga sigrinum.

Eitt samansett sterkt avrik frá einum ungum føroyskum liði, sum týðiliga var væl fyrireikað til uppgávuna.

1. umfar í undankappingini til EM 
Í dag, mikudagin 15. oktober
Ísland - Føroyar 22-24 (11-11)

Málskjúttar hjá Føroyum:
Jana Mittún 7
Pernille Brandenborg 6
Súna Krossteig Hansen 4
Rannvá Olsen 2
Lív Bentsdóttir Zachariasen 1
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 1
Maria Pálsdóttir Nólsoy 1
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe (1)
Maria Halsdóttir Weyhe (1)

[object Object]

Málverjar:
Rakul Wardum 6 bjargingar ( 29% - umleið 40 minuttir)
Gylta Djurhuus á Neystabø (3 bjargingar 30%)

Dystargongdin Ísland – Føroyar:
5 min: 2-2
10 min: 3-4
15 min: 3-6
20 min: 7-8
25 min: 9-10
30 min: 11-11
35 min: 11-14
40 min: 14-16
45 min: 17-17
50 min: 17-20
55 min: 20-22
60 min: 22-24

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder